Heidi Mortensen stovnaði í 2021 fyritøkuna Atlanta saman við systir síni Elsu Hansen Carmichael. Heidi er innandura arkitektur og Elsa er dekoratør, saman arbeiða tær við eitt nú við ráðgeving til innrætting, og dekoratiónum av handilshølum.
- Tú mást gjarna eiga ein ljótan vasa, sum tú hevur arva frá ommu tíni, tí hann hevur eina søgu, tí tað er týdningarmikið persónligheit er í rúmunum.
Tað sigur Heidi Mortensen, sum heldur tað vera týdningarmikið at seta egnan dám á heimið hjá sær. Eitt nú við arvalutum og lutum frá lestrartíðini, tað ræður um at fáa hesar passa saman við nýggju møblunum.
##med2##
- Eini hús verða ikki til eitt heim, fyrr enn tú hevur persónligar lutir við eini søgu, og mær dámar ordiliga væl at blanda endurnýtsluting saman við nýggjum fyri at skapa eina søgu í heiminum, soleiðis at alt ikki kennist nýtt, tí tað nýggja hevur ikki persónligheit á sama hátt. Ikki gera líka sum øll hini, tí tá tú kemur inní heimið hjá onkrum, vilt tú uppliva tey sum búgva har, tað er tí man kemur, alt nýtist ikki at vera sum man sær í bløðunum.
Føroyingar duga væl at innrætta
Á sumri 2013 leitaði Heidi Mortensen eftir lestrarstøðum. Hon fann ein skúla í Spania sum bjóðaði bachelor útbúgving í innandura arkitekturi. Heidi skundaði sær at søkja, og á ólavsøku fekk hon boð um at hon var sloppin inn.
- Eg spurdi sjeikin, um hann var við uppá tað, og í august fluttu vit saman við soninum, sum var trý ár.
Innan tvær vikur høvdu tey leiga eini hús í fjøllunum í Spania, og eina viku seinni byrjaði Heidi í skúla.
- Hetta var eitt ævintýr, og tað endaði við, at vit búðu har í seks ár. Eg lærdi í trý ár og fekk dóttrina í Spania.
Tá Heidi varð liðug við útbúgvingina, arbeiddi hon í trý ár sum innandura arkitektur í eini lítlari fyritøku í Spania. Kundarnir vóru fyri tað mesta skandinavar, sum áttu íbúðir í Marbella strondini í Costa del Sol
##med3##
Heidi Mortensen heldur, at føroyingar sum heild duga væl at innrætta og hava stóran áhuga fyri innrætting. Í arbeiði sínum hjálpir hon eitt nú familjum sum hava bygt ella keypt hús, og teimum sum ynskja broytingar. Arbeiðsdagarnir hjá Heidi er ógvuliga ymiskir, hon fer frá eini verkætlan til aðra, keypir inn fyri kundar, og hon situr sjáldan við telduna, bert tá møblar skulu bíleggjast, og uppskot verða gjørd.
- Kundarnir kunnu vera eitt ungt par sum hevur keypt sær hús, sum ikki heilt uppfyllir krøvini sum tey hava, tá havi eg teknað og víst á, hvørjir veggir skulu niður, og hvørjir skulu upp, ella um fólk eru í gongd við at byggja, og hava brúk fyri hjálp at velja flísar, gólv ella hvørjir litir skulu á veggirnar. Eg kann hjálpa við byggiloyvi, og onkuntíð havi eg eisini teknað heil hús.
Summi velja at umbyggja ein lítlan part í senn, tá er týdningarmikið at hava eina ætlan fyri øll húsini, tí onkuntíð verður eitt rúm umbygt, uttan at hugsað verður um, hvussu tað riggar til hini rúmini.
- Vissi tú hevur eina ætlan fyri øllum, kann tú taka tað stig fyri stig ígjøgnum fleiri ár, tað eru fólk glað fyri, og tað eru fleiri og fleiri sum gera uppá tann mátan.
##med4##
Tað snýr seg um at skapa rætta huglagið í rúminum, og tí er týdningarmikið at tosa við kundan. Fólk verða altíð biðin um at vísa myndir, tí ofta kann tað vera trupult at skilja hvønn annan bara við orðum, tí tað sum kundin meinar, tá hann, eitt nú, sigur seg dáma ein romantiskan stíl, er ofta ikki sami stílur sum Heidi hugsar.
- Tey skilja okkurt við tí, og eg skilji nakað heilt annað. Tað er týdningarmikið at tosa saman, og finna útav, hvat tað er sum teimum dámar, nógv siga seg als ikki vita, men tá vit hava tosað saman, og eg vísi teimum myndir, tá vita tey í øllum førum, hvat teimum ikki dáma.
Nógv ynskja sær á húsini eru høglig.
- Tá tú kemur inní køkin við innkeypsposum, fart tú sett teir frá tær, og koyrt upp á pláss beinanveg, ístaðin fyri at ganga ígjøgnum øll húsini.
Fyri nøkrum árum síðani vildu tey flestu hava køku og stovu í einum rúmi, í dag skal tað framvegis vera so, men tað skal eisini bera til at skilja rúmini at.
- Øll skuldu hava eitt stórt alrúm, og tað riggaði væl, tá børnini vóru smá, nú eru tey tannáringar, og skulu hava vinir á vitjan og hyggja í sjónvarp, meðan onkur er í køkinum. Tí hava nógv fingið draguhurð ímillum stovu og køk, men tað skal kunna bæði at vera opið og lukkast av.
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##


















