Nóa Klein Joen­sen hev­ur longt sátt­mál­an við Randers FC

U17-landsliðsmálverjin hevur eina spennandi menningartilgongd í Randers

Nóa Klein Joensen fekk í 2025 dreym sín uppfyltan eftir at hava verið til royndarvenjing í Randers FC. Og hann hevur nú longt sáttmálan við Randers FC við tveimum árum.

 

Nóa hevur øll ungdómsárini spælt við Víkingi, og hann hevur spælt við bæði U15 landsliðnum og U17 landsliðnum. Fyrsta landsliðsúttøkan var, tá hann var 14 ára gamal.

 

Nóa var 12 ára gamal tá hann valdi at gerast málverji, eftir at hann fyri tað mesta hevði verið miðverji ella verjukendur miðvallarleikari á yngri árum. Hetta kom honum tilgóðar, tí tað vóru serliga teknisku førleikarnir, vinnaralyndið, og venjingarmentanin hjá Nóa, ið tey í Randers FC beinavegin løgdu til merkis.

 

Nóa býr á Randers Sportscollege, ið Randers FC eigur. Har búgva flestu U17 og U19 leikarnir ið hava sáttmála við felagið, og har búgva eisini nakrir av Superliga leikarunum.

 

Bygningurin er níggju hæddir og har eru fýra íbúðir á hvørjari hædd, umframt felagsrúm og altan. Teir eru tveir leikarar í hvørjari íbúð, og bygningurin er bara fáar metrar frá Stadion og venjingarmiðstøðini hjá Randers FC. Aftrat fótbóltinum hevur Nóa tikið 10. flokk í Privatskúla, har skúlin lagar seg eftir fótbóltinum, tí U17 liga fótbólturog nógv fleiri venjingartímar, bæði morgun og eftir skúlatíð, umframt ferðing við bussi kring alt Danmark krevur øguliga nógv. Tí er skúlagongdin skipað á ein øðrvísi hátt enn heima í Føroyum. U17 LIGA kappingin, har Randers FC í løtuni liggur á einum fjórða plássi í løtuni - FCK er fremst - endar í juni.

 

Aftaná lokna kapping fáa Nóa og teir summarferiu í tríggjar vikur, og teir møta longu inn aftur 20. juli, tá ein venjingarlega sunnanfyri og venjingardystir eru á skránni.

 

Nóa byrjar komandi august útbúgving á HHX í Randers. 

 

##med2##