Freðamannaskipið Renaissance verður í Klaksvík í morgin

Um vikuskiftið kemur fyrsta ferðamannaskipið í ár til Klaksvíkar. 

Talan er um Renaissance, sum er eitt ferðamannaskip hjá Ambassador Cruise Line. Skipið er bygt í 1993 og er 219 metrar langt.

Pláss er umborð fyri umleið 1.100 gestum og 500 starvsfólkum. Renaissance liggur á Áninum sunnudagin frá kl. 12.00 til 23.00.