Undirvísingarstýrið søkir nú eftir skúlastjóra til Skúlan við Løgmannabreyt at byrja 1. sept. 2026.
– Talan er um eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi starv, har tú sum skúlastjóri skalt mynda skúlan námsfrøðiliga og fyrisitingarliga og ganga undan í samstarvi við avvarðandi samstarvspartar og myndugleikar, skrivar Undirvísingarstýrið.
Høgni Joensen hevur verið skúlastjóri, síðani skúlin byrjaði í 2008, og soleiðis verið einasti stjóri skúlans. Hann er farin um pensjónsaldur og hevur sagt seg úr starvi, og tí søkir Undirvísingarstýrið nú eftir nýggjum skúla.
Nýggi stjórin skal taka við starvinum 1. september í ár.
Í lýsingini sigur Undirvísingarstýrið, at talan er um eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi starv, har tú sum skúlastjóri skalt mynda skúlan námsfrøðiliga og fyrisitingarliga og ganga undan í samstarvi við avvarðandi samstarvspartar og myndugleikar.
Í skúlanum við Løgmannabreyt, ið er ein tvey sporaður skúli, verða 366 næmingar í 1.- 9. flokki skúlaárið 2026/27. Tað eru normerað 33 fulltíðarstørv sum lærarar í skúlanum við Løgmannabreyt. Tað eru tvey varaskúlastjórastørv undir skúlastjórans leiðslu.
Skúlastjórin virkar eisini í tøttum samstarvi við mentamáladeildina í Tórshavnar kommunu, og við aðrar deildir og skúlar í Tórshavnar kommunu. Frítíðarskúli er á skúlanum, ið hevur egna leiðslu, sum skúlastjórin og starvsfólk skúlans samstarva við.
Tú kanst lesa meira um Skúlan við Løgmannabreyt á Skúlin við Løgmannabreyt
Umsøkjarar skulu hava:
- útbúgving sum fólkaskúlalærari og antin hava nomið ella nema sær góðkenda leiðsluútbúgving
- viðkomandi starvsroyndir
- førleika at leiða og fyrisita
- góð samstarvsevni við næmingar, starvsfólk, foreldur og við avvarðandi myndugleikar og samstarvsfelagar
- hegni at virka fyri trivnaði og menning hjá næmingum og starvsfólkum
- eina tilgongd til leiðslustarvið, ið er kveikjandi og er opin fyri nýhugsan og møguleikum
- førleika at fíggjar- og rakstrarstýra
- innlit í viðkomandi lógarverk, so skúlin verður leiddur og virkar eftir galdandi lógarverki
##med2##
Starvið sum skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt er flokkað sambært galdandi avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokki 36.1. Mánaðarlønin er í løtuni kr. 52.240,71 umframt 17% í eftirløn. Starvið er sáttmálasett.
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við tænastu í Skúlanum við Løgmannabreyt. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.












