Savnsmynd, Dalabú

Leysur hundur órógvaði grannalag

Fleiri ferðir í gjár fekk løgreglan boð um leysan goyggjandi hund

Savnsmynd, Dalabú

Tað var í Dalabú í Havn, at ein leysur hundur í gjár órógvaði grannalagið. Løgreglan sendi aktingarmannin eftir honum, men tá aktingarmaðurin kom, var hundurin burtur. 

Hetta var um áttatíðina gjáramorgunin.

Men aftur um kvøldið, klokkan 21, fekk løgreglan boð um sama hund, sum órógvaði fólk illa í Dalabú, sigur  vaktleiðarin í morgun, tá hann greiðir frá tí, sum stendur í samdøgurfrágreiðingini hjá løgregluni.

Tað stendur í samdøgursfrágreiðingini hjá løgregluni sambært vaktleiðaranum. Har stendur eisini, at á argjum vóru fýra veðrar komnir inn um garðarnar, og har var aktingarmaðurin eisin sendur fyri at fáa teir útaftur.

Í Klaksvík varð boðað frá, at olja var á vegnum. Hetta varð kannað, men tað var ikki funnið fram til tann, sum ábyrgdina hevði av tí.

Eitt víkiskylduóhapp var í Klaksvík. Sambært vaktleiðaranum var eingin fólkaskaði, men bilarnir fingu stóran skaða. 

Eisini í høvuðsstaðnum varð boðað frá olju á vegnum. Men tað var kortini so lítið, at regnið reinsaði tað aftur. Meira var ikki gjørt við tað.

 

 

Savnsmynd, Dalabú