AaB stríðist enn

Donsku meistararnir AaB hava tað trupult í superliguni. Eftir 9 umfør liggur AaB næstaftast í superliguni við 8 stigum. Liðið hevur bert vunnið 2 dystir higartil. Leygardagin spældi AaB á heimavølli ímóti AC Horsens, og gestirnir løgdu seg á odda 1-0. AaB stríddist fyri at javna, og tað eydnaðist seint í dystinum. Men AaB hevur framvegis ikki vunnið á heimavølli í hesum kappingarárinum.