Tað var góður dagur hjá AaB, tá ið toppliðið í gjárkvøldið vitjaði í Horsens. AaB vann 2-1, og tá ið FCK samstundis tapti 2-1 í Esbjerg, styrkti AaB um sína støðu.
AaB hevur 40 stig, og FCK hevur 37 stig.
Jón Rói Jacobsen varð settur inn á AaB liðið, tá ið tað restaðu fýra minuttir.
AaB skal sunnudagin spæla á heimavølli ímóti Viborg, sum hevur Súna Olsen millum spælararnar. Súni spældi inntil ársskiftið í AaB.