Endiliga! Nú kemur AC/DC aftur til Danmarkar 5. juni. Teir spældu í Parken í juni 2009, og hesaferð fara rokkgudarnir at koppa pallin í Casa Arena í Horsens.
Har verða 30.000 atgongumerki seld frá 29. januar kl. 9 føroyska tíð á gaffa.dk/live/event/15947
Seinast teir spældu í Danmark, vóru tað nógv, ið ikki fingu fatur á atgongumerki, so nú ræður um at skunda sær, um ein vil við hesaferð.