AC Horsens repar seglini

Vantandi úrslit gera at AC Horsens við Sonna Ragnari repa fíggjarligu seglini

AC Horsens, sum farna kappingarár flutti niður í næst bestu deildina í Danmark, repar seglini, eftir at uppflytingin tykist óannlík. Felagið hevði annars sett sum mál at flyta upp aftur beinanvegin.

 

Felagið hevur í dag boðað frá, teir mugu gera fíggjarligar tillagingar, sum í stuttum merkir, at teir repa fíggjarligu seglini. Spælarar verða seldir, sáttmálar revurderaðir og ungdómslið verða niðurlagt.

 

AC Horsens tapti í gjár fyri Viljormi Davidsen og Vejle, so munurin upp til uppflytingarstrikuna er heili 14 stig. Millum annað víst á í Tipsblaðnum, at AC Horsens í 2012 hevði ein umsetning á 58-59 milliónir krónur, meðan málið nú er at umsetningurin til 2015 skal verða 18-19 milliónir krónur.

 

Tað er óvist hvønn týdning hetta fær fyri føroyska landsliðsmiðverjan, Sonna Ragnar Nattestad, sum er útleigaður til felagið frá FC Midtjylland.