Petur Jacobsen, fyrrverandi útvarpsstjóri - í 8 ár - og eins og Kári Bæk, limur í Koda.
Tað er ongantíð komið fram, at føroysku loftmiðlarnir ikki vilja gjalda fyri at spæla vardan tónleik! Tað, sum vit vilja við okkara áheitan, er at eitt rættvísari býti skal verða av tí, sum goldið verður, og at tað ikki skal vera 100 ferðir dýrari at senda føroyskan tónleik í sjónvarpi enn at endurvarpa alt tað útlendska!
Lokalvørp í Føroyum
Reglurnar hjá Koda eru ógvuliga flótandi í praksis, tað er ógvuliga ymiskt, hvat teir ymisku loftmiðlarnir í danska ríkinum skulu gjalda.
Í Føroyum skulu vit eftir reglunum fyri lokalsjónvarp gjalda somu upphædd sum støðir í Danmark. Tað er líka mikið um tað eru 5.000 hyggjarar ella t.d. 2 milliónir! Er tað grenj ikki at góðtaka at gjalda 400 ferðir meira pr. hyggjara?
Um vit gera eitt klassiskt lokalsjónvarp í Føroyum, sum spælir vardan tónleik, eru somu órættvísu reglur galdandi.
Danskar reglur og danskir prísir fyri Føroyar – tað er órættvíst, og einki føroyskt lokalsjónvarp fer at hava ráð at gjalda danskar takstir. Høvdu danskarar góðtikið at goldið takstir galdandi fyri 600 mió fólk?
Tað er heldur einki samanhang millum prísirnar, sum teir ymisku føroysku loftmiðlarnir skulu gjalda pr. hyggjara/lurtara, og als ikki um vit eisini samanlíkna við teir donsku loftmiðlarnar. Tað er so nógv bíligast at endurvarpa útlendskar rásir! So kann eg afturat nevna internet-streaming, tað er so nógv dýrast - tað er eingin felagsnevnari!
Onkur má duga at síggja tað órættvísa í hesum! Koda er ikki eitt lítið fitt felag hjá sangskrivarum, har arbeiða 100 fólk við nógvum fínum útbúgvingum, Koda er ein stór fyritøka, sum at síggja til fegin vil vinna pening - úr Føroyum!
Býti av samsýning úr Føroyum
Vit kunnu seta eitt roknistykki upp, sum vísir hvussu skeiv fordeilingin er fyri føroyskar tekst/tónasmiðir og tónleikarar.
Koda krevur kr. 2.600.000,- úr Føroyum, men tað, sum samlað kemur aftur í umfar í Føroyum, er helst í mesta lagi umleið kr. 600.000,- t.v.s. 20-25%.
Samlað í 2007 fær Koda kr. 484.410.489,- inn, av hesum er gjald til útlandið umleið 210.000.000,-. Eftir í umfari í Danmark eru umleið kr. 275.000.000,- t.v.s. Knapt 60%
Av samlaða gjaldinum, kr. 32.000.000,- sum Koda fær úr útlandinum, gjalda vit í Føroyum kr. 2.600.000,- tað vil siga meira enn 8%, í samlaðu upphæddini frá øllum heiminum, ”Er ongin sum vaknar her!!!”
Tað mangla umleið kr. 1.000.000,- um árið í føroyska tónleikaumhvørvinum, sum Koda deilir út til danskarar. Hóast Kári Bæk skrivar, at vit høvdu fingið meira aftur, um vit spældu meira føroyskan tónleik, og tað hevði verið ynskiligt, so er tað ikki so í veruleikanum; hann átti at sett seg inn í reglurnar fyri lokal út- og sjónvarp, áðrenn hann fer í bløðini við sínum ákærum.
Felagið Føroysk Tónaskøld
At Kári Bæk, Kristian Blak o. o. onga broyting vilja hava í verandi skipan kann bert koma av, at Koda sendir eina ”narrisut” upp á umleið kr. 150.000,- um árið til Felagið Føroysk Tónaskøld, sum teir suverent umsita eftir egnum huga - helst mest til sítt egna umráði, og so er tøgn.
Uppskot eigur at verða lagt fram, at ongin skal sleppa at sita í nevndini í FFT í meira enn 4 ár í senn og so vera úti í minst 8 ár, hetta fyri at fyribyrgja egin áhugamál í felagnum.
Populertónleikurin fíggjar partiturtónleikin
Populer tónleikurin betalur so at siga allan peningin úr Føroyum umvegis út- og sjónvørpini og partitur tónleikurin fær meginpartin av ágóðanum, hetta er ikki rættvíst og so slett ikki yvirfyri øllum popp-arunum; men ongin talar at, og tí heldur tað fram og versnar, helst uttan betri vitandi.
Gramex
Vit kunnu taka hin felagskapin, Gramex, sum í áravís hava kravt okursprís frá lokalvørpunum í Føroyum, men sum í seinastuni hava fingið harraboð frá Ophavsretslicensnævnet um at hava sama takst fyri lokalradio um alt ríkið.
Danmarks Radio hevur samlað í 2007 goldið kr. 53.730.235,- og donsk lokalradio kr. 19.186.323,-
Kringvarp Føroya hevur í 2007 goldið kr. 210.000,- til Gramex. Rás2 og Lindin kr. 446.940,-
Í Føroyum gjalda lokalradio meira í part enn almenna Kringvarpið, hvør kallar okkum fyri grenj?
Nei Kári Bæk, best er at bæði tú og Kristian Blak siga sum minst í hesum máli. Tað kundi hent, at tit fingu okkurt at grenja um, Rás 2 hevur, í mínari tíð, goldið fleiri milliónir til Koda/Gramex. Kristian Blak veit mína meining um, hvussu hann umsitur FFT, tað havi eg átalað fyrr.
Áheitan
Til allar tónasmiðir og tónleikarar í Føroyum, tit geva FFT og Koda meira enn 1 mill.kr. um árið av tykkara pengum, hava tit ráð at vera so gávumildir? Stovnið tykkara egna felag, her eru nógvir pengar at heinta, sum tit av røttum eiga.
Øll tit, sum hava áhuga í hesum evni, eru vælkomin at senda mær teldupost á [email protected]
Hetta er skrivað sum mín persónliga viðmerking til Kára Bæk og ikki fyri allar miðlarnar.