Appir

Á alnótini finnast alskyns appir, sum kunnu nýtast at finna íblástur til heimið. Vit hava valt nakrar út, sum vit halda verða góðar, tá ið tú skal í holt við at gera umvælingar, og tá ið tú ynskir íblástur.

Houzz er ein app, sum tú kann taka ókeypis niður frá App store og Google play.

Á hesari appini er tað møguligt at finna íblástur til alt innan umvælingar, køkar, stovuinnrætting, ella um tær einans nýtist at finna tað fulkomna sofaborðið, sum hóskar seg júst til tín. Houzz er eitt netverk av húsánarum og serfrøðingum, ið kunnu geva tær íblástur. Hetta er eitt stað, har tú hevur møguleika at skoða og goyma myndir av vøkrum býlum og vørum. Tað er nemt at deila myndir, ið geva tær íblástur, við vinfólk og familju, og eisini er tað møguligt at goyma tær í einari privatari tykisbók

Fá fleiri hugskot til heimið við at lesa greinar, sum rúma alt frá greinum sum snúgva seg um innrætting til DIY vegleiðingar.

Houzz er eisini at finna á www.houzz.dk

Litir gera stóran mun í innrættingini, ofta er talan um prýðislutir, teppir, pútur og annað sum er skjótt at flyta um tað ikki hóskar seg tll tann s, sum ein ynskir. Eitt sum er nógv nýtt tey seinastu árini er at mála við alskyns litum. Ofta kann tað verða tórført at ímynda sær hvussu rúmi tekur seg út við tí ávísa litinum. Fleiri fyritøkur sum selja máling, bjóða eina ókeypis app, sum kann takast niður til bæði android og apple snildtelefonir. Á appinum kann ein taka mynd av vegginum, sum ein ynskir at málað, fyri síðan at velja tann litin ein ynskir, áðrenn man brúkar eina rúgvu av pening fyri síðan at finna útav at nýggji liturin á vegginum, ikki akkurát var sakin.