Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum?
- Vit eiga tvær døtur í Danmark, og tær koma heim í summar við sínum familjum. Tey ganga fjøll og rokast, so mín lutur er meiri tann hjá “Martu” - at gera mat og metta nógvar munnar og gleðast um fitt ommubørn.
Soleiðis sigur Armgarð Arge.
Sig eitt sindur um tínar ferðaplanir í ár?
- Vit vitja okkara børn rættiliga ofta hvørt ár, og vit eru til allar teirra føðingardagar.
Armgarð vísir á, at hon hevur verið til Royal Run, og ætlanin er at fara til eitt ítróttatiltak aftrat, sum verður á Bornholm.
- Í heyst eri eg boðin til rundan føðingardag í Keypmannahavn, og tá fara vit eisini til Italia, leggur hon aftrat.
Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja?
- Onkur lítil oyggj er eftir enn. Eg hevði fegin viljað farið ein túr til Suðuroyar aftur. Øll míni barnaár vóru vit hvørt einasta summar í Suðuroy og vitjaðu ommu, abba og fastir mína.
Armgarð Arge sigur, at hetta var ein góð tíð.
- Vit fiskaðu síl, lósu og bara “vóru”. Har vóru nógv stuttlig fólk, og mær dámdi sera væl at sleppa við teimum vaksnu á vitjan. Hesar ferðir eru kær minni.
Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast?
- Eg má siga, at eg elski Føroyar! Henda ljósa tíðin, har alt angar av “summar í Føroyum”. Serstaka ljósið, fuglur og sóljur.
##med2##
Og Armgarð Arge leggur aftrat:
- At fara eftir kombikkum við “donskum” ommubørnum og lurta eftir, hvat tey geva gætur og halda vera stuttligt ella øðrvísi er serstakt fyri meg, og hetta er nakað, eg gleðist um.
Hon sigur, at hóast hon verður heima í summar, meðan børnini eru á vitjan, kennir hon seg ikki sum ein antikveraðan dinosaur, sum hon tekur til.
- Her verða øll, sum eg eri góð við.
Armgarð Arge vísir á, at treyðugt so dámar henni væl at uppliva ella síggja aðrar mentanir, sum eitt nú, tá tey vóru í Pompeji ella í Róm.
- Eg eri nokk ikki tann, sum hevur bindindi til at liggja á eini sandstrond í dagavís, leggur hon brosandi aftrat.
Í VikuskiftisSosialinum seinast, sum fæst til keyps í blaðsølunum, eru fleiri fólk spurd um sínar ferðaplanir í summar.
Lesið eisini: Okkum dámar best at fara uttanlands
https://www.in.fo/news-detail/okkum-damar-best-at-fara-uttanlands












