At dusa sær í ótryggleikanum

Eg skal ikki leggja meg út í sjálvt stríðsmálið um uppsøgnina av landsverksfrøðinginum. Kenni sjálvur Henning Jacobsen sum ein skilamann og ein fryntligan mann úr umhvørvinum, har eg eri uppvaksin. Tí harmar tað meg persónliga, at hann nú verður gjørdur til miðdepil í einum roki, har alt tykist verða vavt saman í ein ellibita.

Eg skal ikki leggja meg út í sjálvt stríðsmálið um uppsøgnina av landsverksfrøðinginum. Kenni sjálvur Henning Jacobsen sum ein skilamann og ein fryntligan mann úr umhvørvinum, har eg eri uppvaksin. Tí harmar tað meg persónliga, at hann nú verður gjørdur til miðdepil í einum roki, har alt tykist verða vavt saman í ein ellibita.


Rættartrygd og álit

Kortini er uppgávan sum politikari at halda tey ymisku atlitini sundurskild og greið. Spurningurin um uppsagnir, sáttmálar, rættartrygd hjá tænastumonnum, starvsfólkapolitikkur o.s.fr., eru fyrisitingarligir spurningar, har lógir, reglur og ábyrgd skulu haldast. Fyri einhvønn prís og uttan politiskar rossahandlar. Annars rýkur júst rættartrygdin og anarki valdar. Tey sum hava ábyrgdina av rættartrygdini eru landsstýrismaðurin og hansara fyrisiting, og ovast løgmaður og hansara fyrisiting. Er nakað skeivt farið fram, má ábyrgdin staðfestast og avleiðingar takast.

Er ikki álit á hesi skipan eigur løgtingið beinanvegin at seta misálit á alt landsstýrið.


Døm ikki

áðrenn tú veitst

Trygd er nú veitt fyri, at ein fullfíggjað frágreiðing kemur um málið, og tástaðni kann metast um, hvørt nakað skeivt er farið fram, og um so er, hvør hevur ábyrgd og hvørjar avleiðingar skulu takast.

At gjørt nakað sum helst annað ? tildømis at løgtingsmenn ella aðrir landsstýrismenn, uttan at kenna málið til botns, beinanvegin krevja eina ávísa avgerð ella avleiðing - hevði verið at sett alla stýrisskipan og rættartrygd til viks.


Politiskur løtuvinningur

Eg hevýi heldur ikki ætlað at sagt nakað um ta politisku ósemjuna í samgonguni. Tí eg haldi vit nú hava fingið eina semju, ið greitt setur upp, hvat hetta málið snýr seg um, og hvussu farast skal fram í hesum ítøkiliga máli og øðrum slíkum málum frameftir.

Men tá andstøðuleiðararnir nú brúka persónligar sorgarleikir og ótryggleika millum fólk til politiskan løtuvinning, er farið langt út um mark. Tað er rætt og slætt at dusa sær í ótryggleika til tess at forkoma skilagóðum politiskum ætlanum.

Og tá teir enntá ? uttan ein einasta kritiskan mótspurning ? fáa fría mikrofon og teigapláss at mistulka ta semju, sum er gjørd í samgonguni, er ovboðið.


Hvussu finna vit semjur?

Ósemjan í samgonguni snúði seg um, hvussu farast skal fram, um politiskar broytingar skulu gerast í samfelagnum. Samgonguflokkarnir eru jú ikki samdir um, hvussu samfelagið skal skipast á fleiri økjum. Tí er alneyðugt, at ein neyv politisk viðgerð fer fram millum samgonguflokkarnar, tá stórar politiskar avgerðir skulu takast. Júst sum í framferðini á ríkisrættarliga økinum, skulu allar fyrireikingar og grundgevingar leggjast opið fram, so løgting og Føroya fólk kenna seg trygg og fáa ávirkan á gongdina.


Greið mannagongd

Tann semjan, sum nú er gjørd, staðfestir skrivliga, at soleiðis skal farast fram ? bæði í málinum viðvíkjandi Landsverkfrøðingsstovninum og Strandferðsluni og at hetta skal vera leisturin í øllum øðrum størri politiskum broytingum frameftir.

Sostatt kunu vit sláa fast, at vit hava fingið trygd fyri:

1.Tann fyrisitingarligi parturin av málinum verður kannaður til botns og møguligar avleiðingar kunnu takast.

2.Stovnarnir báðir eru ikki samanlagdir. Ein frágreiðing um endamál, fyrimunir og vansar verður løgd fyri samgonguna. Um framvegis ósemja er, so verður hetta ikki framt.

3.Starvsfólk verða við í viðgerðini, áðrenn nakrar broytingar verða settar í verk.

4.Tingið verður kunnað um, hvat ætlanin hjá landsstýrinum er á samferðsluøkinum.

5.Og hartil er semja um at viðgera bygnaðarbroytingarnar hjá Finn Normanni Christensen, og at fáa politiska semju um, hvussu hvussu bygnaðurin skal verða frameftir.


Søgulig semja

Sjálvur haldi eg, at hetta málið hevur verið ómetaliga óheppið og hevur skapt ótryggleika millum fólk. Men hinvegin hava vit nú fingið eina politiska semju, sum er virðilig og nøktandi. Hugsi eisini, at tað man vera fyrstu ferð, at ein samgonga semist um so greiðar linjur.

Hartil er at siga, at Tjóðveldisflokkurin ? og helst flestu samgongulimir ? hava stóra virðing fyri tí arbeiði og vitan, sum Landsverkfrøðingsstovnurin hevur útint. Sjálvsagt skulu vit tryggja, at vitan og førleiki er á føroyskum hondum, og sjálvsagt skal onki syndrast, men heldur byggjast upp. Men broytingar kunnu og skulu sjálvsagt gerast til tað betra, um rætt verður farið fram. Tað hevur samgongan nú tryggjað sær.


Stutt minni

Politiska minni er ofta stutt. Formaður Javnaðarfloksins roynir at skora nøkur bílig stig við at leggja eftir Tjóðveldisflokkinum og eftir fullveldisætlanunum. Um fólk bara hugsa nøkur fá ár aftur í tíðina, tá Javnaðarflokkurin var í samgongu, so vóru nógv størri politisk rokmál á skránni og eisini størri ósemjur.

Tá var mær kunnugt ongin loysn funnin ? hvørki um samfelagsbroytingar, bygnaðin í miðfyrisitingini ella um politisk samgongustev. Endin var at Javnaðarflokkurin fór úr samgongu tí hann ikki fekk síni ynskir ígjøgnum.

Jóannes Eidesgaard átti tí at svarað uppá, hvat tað er í hesi politisku semju, sum Tjóðveldisflokkurin eigur at vera ónøgdur við, og hvar Tjóðveldisflokkurin ikki hevur tryggjað sær síni ynski. Og somuleiðis kundi hann svara uppá, hvørjar ætlanir Javnaðarflokkurin hevur fyri hetta samfelag, og hvussu tær broytingarnar skulu fremjast. Tá høvdu vit kunnað skift orð, heldur enn at geyla.


1.LV ? ein persónlig og politisk síða.

2.Semjan

3.Seriøsiteturin hjá JE

4.Hvat snýr málið seg um: Varðveita vitan á føroyskum hondum ? ikki syndra, men byggja upp.