Hann trein inn á politiska pallin í 1970, tá boð vóru eftir honum úr Kuwait, har hann arbeiddi sum verkfrøðingur.
Javnaðarflokkurin hevði tá mist tveir sterkar profilar. Pápi Alta, Petur Mohr Dam, doyði í 1968. Hann var tá løgmaður. Hini í landsstýrinum vóru Kristian Djurhuus úr Sambandsflokkinum og Sámal Petersen úr Sjálvstýrisflokkinum. Eftir deyða P. M. Dam varð landsstýrið umskipað, so Kristian Djurhuus tók við sum løgmaður, meðan Javnaðarflokkurin fekk tveir landsstýrismenn, Villi Sørensen úr Klaksvík og Jákup Lindenskov úr Havn.
Men Villi Sørensen doyði brádliga nýggjársnátt í 1970, og tá var tað, at flokkurin sendi boð eftir Alta Dam, sum 9. mars sama ár tók við sum landsstýrismaður.
Væl lá fyri hjá hesum 37 ára gamla politikara, sum eftir valið í november sama ár skipaði landsstýrið – og var sitandi sum løgmaður í góð tíggju ár út í eitt.
Aftur at hesum tíggju ára skeiðnum tók Atli Dam aftur við sum løgmaður í 1985 og sat til 1989. Hann tók við aftur, eftir at Javnaðarflokkurin vann stórsigur á løgtingsvalinum í 1990. Hann legði frá sær í januar í 1993, tá Marita Petersen tók við sum lømgaður. Atli Dam sat sum løgmaður í tilsamans 16 ár.
Atli Dam gavst í politikki í 1994, tá Javnaðarflokkurin leið stóran ósigur og misti fimm av tíggju tinglimum. Atli Dam var ein teirra.
Hann varð føddur á Tvøroyri, sonur Petur Mohr Dam, sum stovnaði Javnaðarflokkin, og Ragnhild, fødd Strøm úr Trongisvági. Atli var útbúgvin maskinverkfrøðingur í 1964.
Hann var varastjóri í Færøernes Realkreditt Institutt 1981-85 og frá 1993-2005.
Áðrenn Atli tók við sum løgmaður var hann landsstýrismaður frá 9. mars í 1970 til 11. desember í 1970. Hann varð valdur á ting í Suðuroyar valdømi í 1970, 1974, 1978, 1980, 1984 og 1988. Í 1990 varð hann valdur í Suðurstreymoyar valdømi. Hann varð eisini valdur í fólkatingið í 1990.