- Vit hildu jólaaftan heima á Traðarvegi saman við dóttrini og 10 mánaðar gamla ommusoninum, sum í ár heldur síni fyrstu jól. Saman við okkum vóru eisini foreldur míni.
Tað sigur Anita Vibergsdóttir, býráðslimur í Tvøroyrar kommunu. Hon vísir á, at tá tað altíð hava verið nógvir sjómenn í familjuni, ávirkar tað altíð, hvørjum av mínum kæru eg haldi jól saman við.
- Í ár er maðurin heima, men báðir synirnir og versonurin eru burtur á jólum. So, mínir tankar eru nógv hjá teimum, sum eru á sjónum.
Anita Vibergsdóttir sigur, at hon jólaaftan vanliga er til jólagudstænastu í Bønhúsinum í Øravík. Hetta er ein vælsignað løta - at hoyra prædikuna og jólaevangeliið, syngja gomlu siðbundnu jólasálmarnar og so verða mintur á, hví vit halda jól.
- Jóladag eru vit øll, systkin míni við familjum, til døgurða hjá foreldrunum. Tað er sera hugnaligt, og vit vera fleiri og fleiri, sum árini ganga. Eisini eru vit á møti jóladag.
Hon sigur, at 2. jóladag, sum er í dag, hava tey ikki nakara siðvenju, men taka tað meira, sum tað kemur. Vit vitja onkran, og vit fáa vitjan - og so fara vit kanska onkran gongutúr.
- Vit eta føroyska gás og dunnu av trøðni jólaaftan - við øllum tí vanliga afturvið. Rísalamang eta vit eftir, at jólagávurnar eru pakkaðar upp, og sjálvandi hava vit mandlugávu eisini.
Anita Vibergsdóttir vísir á, at jóladag eta tey stokt ræst kjøt, heita eplasalat og valdorfssalat og omaná verðins bestu sitrónfromaga frá mammu.
Men, hevur ringa veðrið ávirkað jólini hjá býráðsliminum á Tvøroyri í ár?
- Vanliga ávirkist eg ikki av veðrinum, men tá tað er so ringt sum nú, so ávirkar ringa veðrið. Meira ávirkar tað meg at vita, at ein familja í grannabygdini situr í stórari sorg hesi jólini. Tað er svárt, og tankar mínir eru hjá teimum, sigur Anita Vibergsdóttir.