Básur á G! við afrikanskum taskum og oyralokkum

– Vit eru ofta paff av, at so nógvir føroyingar vilja hjálpa, siga tær úr Mirjam.

Bodil Jóanesardóttir og Krista Hvannastein (Myndir: Hanna Eivinsdóttir)

Tá man kemur inn í festivaløkið á G!, er fyrsti básurin, man sær, básurin hjá hjálparfelagsskapinum Mirjam. Her eru taskur, oyralokkar, sandalir og annað. Felags fyri alt er, at alt er gjørt í Kenya og Liberia.

Í básinum standa Krista Hvannastein og Bodil Jóanesardóttir, sum umboða Mirjam á G! festivalinum.

Hesin hjálparfelagsskapurin arbeiðir í Liberia og Kenya.

– Vit hava stuðlar í Føroyum, sum millum annað hjálpa børnum, so tey sleppa í skúla. Vit hava eisini Mirjam-kvinnur, har man hjálpir kvinnum við arbeiði, so tær kunnu lívbjarga sær og sínari familiu, greiðir Krista Hvannastein frá

– Í Liberia hava vit eisini seymiskúla, sum er í bygging. Tað er alt stuðlað úr Føroyum. Fólk stuðla verkætlanum og børnum við mati, skúlabøkrum og øðrum, fortelur hon.

Fleiri av hesum taskunum eru gjørdar í hesum seymiskúlanum í Liberia.

– Vit eru ofta paff av, at so nógvir føroyingar vilja hjálpa. Vit leggja merki til stóran áhuga frá fólki, tá tey koma framvið okkara bási. Tað er ordiliga stuttligt.

Bodil Jóanesardóttir og Krista Hvannastein (Myndir: Hanna Eivinsdóttir)