Aldursforsetin hevur seinastu vikurnar ligið sera tungur í sjónum. Í dag eydnaðist tað á heimavølli at vinna 3-1 ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi, og nú hevur TB 19 stig. TB er á sjeynda plássi, og tað eru trý stig aftur til FC Hoyvík, sum er undir strikuni. EB/Streymur er aftast við sjey stigum, og tað sær einki út hjá liðnum í Sundalagnum, sum í fjør akkurát bjargaði sær undan at flyta niður.
Í fyrra partin av fyrra hálvleiki legði TB seg á odda 2-0. Í báðum førum var Ali Sheik Ali málskjútti, og miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Musah Armah um munin til 3-0, áðrenn innskifti Elian Hansen í síðsta minutti pyntaði um, so úrslitið varð 3-1. Musah Armah úr Gana hevur skorað trý mál í ár, og hetta vóru fyrstu málini hjá Ali Sheik Ali úr Danmark.
Merkisvert var tað, at TB bara hevði tríggjar spælarar á beinkinum.










