Beslan-málið skal kannast til botns

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur gjørt av, at málið um gíslatøkuna í Beslan fyri einum ári síðani skal kannast til botns.

Ikki færri enn seks russiskir ríkisadvokatar eru komnir til Beslan at tosa við fólk har um tað, sum hendi tann 1. september í fjør, tá ein gíslatøka á einum skúla endaði við, at 331 fólk lótu lív.

Ákæruvaldið í Moskva segði í gjár, at teir seks ríkisadvokatarnir skulu tosa við umboð fyri tey avvarðandi og myndugleikarnar í býnum um tað, sum hendi tann dagin, og hvussu myndugleikarnir hava handfarið málið síðani. Ein kvinnubólkur í Beslan hevur funnist hvassliga at handfaringini hjá myndugleikunum, og í síðstu viku segði Vladimir Putin, forseti, at hann hevði gjørt av at lurta eftir atfinningunum.

-Vit fara ar kanna alt tilfarið í málinum, og vit fara at lurta eftir krøvunum, segði Vladimir Kolesnikov, sum stendur á odda fyri kanningini hjá ríkisadvokatunum. Hann segði seg vænta, at tað fer at taka einar tveir mánaðir at kanna málið.