Eg haaati at keypa klæðir. Ikki tí eg vigi eini tvey kilo for nógv, ella tí kollektiónirnar eru kiksaðar. Men tí konseptið við klaustrofobiskum skiftirúmum er og verður verðins størsti niðurtúrur!!
Allarflestu klædnahandlar bjóða okkum kókandi heitar klivar, har ljósið fær kroppin at líkjast einum blásprongdum appilsintræi, og buglurnar í speglinum fær alt at della og dalla, har tað ikki plagar. Og sjálvandi skal fyrihangið flagsað, so hvør sál úti í handlinum sleppur til ársins skiftingarfilm, fyri ikki at tosa um stóru støvbollarnar á gólvinum, at knaggarnir altíð eru ov fáir, akslatrøini ómøgulig, og at ein stólur til vinkonuna sum oftast manglar.
Klædnahandlarnir eiga ikki at undirmeta skiftingarrúmið. Eg keypi nógv heldur í handlum, har ljós, spegl og fyrihang fungera, og har pláss er fyri bæði mær, einari vinkonu/barni, klæðum, taskum, posum og øðrum pakanelikkum… og so skal pláss sjálvandi vera til at kunna traðka eini 2-3 fet aftur fyri at beundra herligheitirnar.
Minnist tá eg skuldi giftast. Fann ein brúðarhandil. Eitt rúm fult av dreymakjólum, hvør meira flesutur og kremlittur enn annar. Glasmontrur við similidiademum, silkiskóm og blonduhandskum.
Haltkjaft tað kundi verið gott.
Men tá eg skuldi royna roburnar – mein gott also.
Við psykodeliskum ljósamintgrønum veggjum, blinkandi ljósstoffrøri og einum spegli, sum fekk knøini at líkjast melónum, sá eg eitt hálvupployst lík í speglinum, longu tá gerandisklæðini vórðu blakað inn í eitt horn.
Fy-for-den-letasta-kanalja sigi eg bara.
Kom ongantíð í nakran kjóla inni í tí handlinum. Reyðflekkut niður á nalvan lat eg meg í civil aftur, tók mammu undir armin og dróg hana við út á vegin. Og so runnu vit niðan til eina ordiliga konu, sum seymaði mær ein silkistakk í hvítum.
Brúðarhandilin tapti av teirri einføldu orsøk, at skiftingarrúmið var so kiksað.