Leygardagin 29, mars gingu nøkur børn hús úr húsi í Klaksvík við tí endamáli at savna pening saman til børn í Afrika.
Tað er ABC barnahjálpin, sum stóð fyri innsavningini, sum skal brúkast til Peningurin fer til eitt barnaheimið, felagsskapurin rekur í Monrovia í Liberia og til ABC skúlan í Dakar í Senegal. Og tilsamans savnaðu tey 38.804 krónur saman.
Bússurnar, børnini høvdu, vóru endurnýtsla, gjørdar av mjólkapakkum og klæddar við myndum og teksti við upplýsingum um ABC barnahjálp. Faldararnir vóru feilprent, sum ikki kundu nýtast til ætlaða endamálið, men sum komu til nyttuna uttaná bússunum.
Hetta var fyrstu ferð, at ABC barnahjálp skipaði fyri hurð til hurð innsavning og hetta var ein royndarverkætlan, sum Monicu í Holusteini stóð fyri. Hon hevur verið í starvsvenjing hjá ABC barnahjálp í sambandi við útbúgving sína, 3K, á Diakonissestiftelsen á Frederiksberg.
Á myndini er Monica í Holusteini saman við nøkrum av børnunum, ið savnaðu pening inn í innsavningini í Klaksvík.
|