Botngysari á Argjum klokkan fimm

AB liggur sjey stig aftanfyri B71 á stigatalvuni. AB hevur bert 11 stig, meðan B71 hevur 18 stig. Hetta eru køldu fakta´ini, tá AB og B71 fara á vøllin klokkan fimm seinnapartin í dag.

 

Tí er eingin pardón hjá argjamonnum, sum mugu og skulu vinna dystin, um teir skulu halda lív í vónini at bjarga plássinum í vodafonedeildini.

 

B71 í sínum lagi liggur bert eitt stig frammanfyri FC Suðuroy, og tí mugu teir eisini fáa stig á kontuna í dag, men B71 kann frægari liva við einum javnleiki, tá dysturin millum AB og B71 úti í Vika á Argjum er liðugur klokkan sjey í kvøld.

 

Væntandi verða nógv AB og B71 viðhaldsfólk at síggja til hendan alt avgerandi dystin.

 

Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum á Ràs2, og frásagnin byrjar klokkan fimm.