Breivik er fascist og minnir um SS

Hansara sjálvsuppfatan minnir um sjálvsuppfatanina hjá Himmler og hermonnum í SS undir seinna heimsbardaga. Tað segði granskarin Terje Emberland um Anders Behring Breivik í rættinum í Oslo seinnapartin. Hann segði, at hjá Breivik er islam fíggindin. Hjá Himmler og SS-hermonnunum var tað jødadómurin, sum var fíggindin.

Norski granskarin segði, at tað, sum Breivik hevur gjørt og hansara ótti fyri, at hansara egna fólkaslag fer at doyggja út, lýsa ein mann við einari fascistiskari uppfatan av heiminum.

Sjálvur hevur Anders Behring Breivik avsannað, at hann hevur verið hugtikin av fascismuni ella nazismuni, og hann mótmælti eisini teirri uppfatanini, sum Terje Emberland kom við í rættinum. Men tað kom ikki óvart á granskaran.

-Tá hann tekur frástøðu frá tí, er tað ein roynd at vera pragmatiskur, tí nazisman svam í blóði, sum hann sjálvur sigur, segði Terje Emberland.