Bunkarnir taka skap

Nú er talt í høllini á Hálsi í góðan tíma, og bunkarnir í ymsu borðunum byrja at taka skap.

Enn er sjávlandi nógv eftir at telja, men bunkin hjá borgarstjóranum er longu sjónliga størri enn hinir á borðinum og á hinum borðunum.

Væntað hevur verið, at Heðin Mortensen skal gera eitt minst líka gott val sum seinast, og tá setti hann met við 2200 atkvøðum.

Við seinasta val hálaði hann tvey fólk við sær in í býráðið, og nú vísa veljarakanningar, at tað er um reppið, at Javnaðarfllokkurin fær seks umboð í nýggja býráðnum.

Roknað verður við, at uppteljingin verður liðug um 23-tíðina.