Bygt nýggjan skúla uttan almennan stuðul

Tað var bæði hátíðar- og gerandisdámur á Velbastað leygardagin, tá nýggi skúlin og samkomið húsið varð tikið alment í nýtslu, og bygdaráðsformaðurin handaði nýggja skúlastjóranum lykilin til henda komandi undirvísingar og mentanarmiðdepilin í sóknini

Leygardagurin 16. september 2000 kemur helst at standa sum ein minniligur og týðandi dagur - varði - í søguni hjá fólkinum í Kirkjubøar-Velbastaðar sókn. Henda dagin varð nevniliga nýggi skúlin í sóknini tikin alment í nýtslu.

Tað er so avgjørt ikki nøkur gerandishending, at ein nýggjur skúli verður tikin í brúk her á landi. Í syndarligu kreppuárunum fyri meira enn 10 árum síðani varð gongdin júst hin øvugta. Tá fluttu so mangar familjur av landinum, at tað eisini fór at merkjast í skúlastovunum. Tað at ein nýggjur skúli nú verður tikin í brúk í eini sókn nærhendis Havnini eru væl eini týðandi tekin um, at tað grør um gangandi fót - at tað er við at gerast meira liviligt aftur í landinum.

Tað vóru eisini tær betraðu tíðirnar, sum vórðu orsøkin til, at fólkið í Kirkjubø og á Velbastað tóku stig til at fáa sóknarbørnunum ein nýggjan, rúmligan og tíðarhóskandi skúla.


Barnatalið veksur

Á samkomu á skúlanum leygardagin segði bygdaráðsformaðurin, Annfinn Brekkstein, at kommunan gjørdi av at fara undir at byggja skúlan, tí at hon ásannaði, at barnatalið í kommununi er vaksið munandi og framvegis veksur. Seinast í 1997 varð gjørt av at fara undir at projektera og gera nýggja skúla.

-Vit standa so her í dag í einum nýggjum skúla og samkomuhúsi og eru vit sera stolt og errin av, at verkætlanin bleiv gjøgnumførd segði Annfinn Brekkstein, sum ásannaði, at hetta er fyrsti skúlin í Føroyum, sum er tikin í brúk í nýggju øldini.

Í røðu síni fyri umleið 200 bygdarfólkum, børnum, ungum, tilkomnum og eldri og umboðum fyri ymsar stovnar og myndugleikar vísti bygdarráðsformaðurin á, at Kirkjubøar kommuna (sum fevnir um bygdirnar Kirkjubø og Velbastað, blaðm.) hevur tikið nógv tung tøk í 90-unum, tí hon hevur verið við til at gjalda í Kreppulánsgrunnin fyri harvið at hjálpa teimum ringast støddu kommununum.

-Og vit eru glað fyri, at vit kundu hjálpa fyri at fáa gongd á aftur samfelagið - og vit eru so sanniliga eisini glað fyri at verða fyrsta kommunan, sum byggir skúla, eftir at skipanin varð broytt og landið als ikki longur rindar til skúlabygging.

Annfinn Brekkstein vísti á, at henda gongdin ber boð um, at fleiri og fleiri øki skulu leggjast út til kommunurnar at umsita og legði aftrat, at Kirkjubøar kommuna er ikki ímóti størri avgerðar- og ábyrgdarbýti. -Men skal tað gerast, so er samstundis neyðugt, at landið letur ein størri part av skattainntøkunum frá sær til kommunurnar, so tær megna at átaka sær tær uppgávur, sum landið áleggur teimum, fyri at sleppa undan, at tað, sum er bygt upp, syndrast.

Hann segði víðari, at tað eru alt ov nógv dømi um ógreið viðurskifti, tá talan er um , hvat er ein lands- og hvat er ein kommunuuppgáva, og hvat landið stuðlar og ikki.


Stuðul til Tórsvøll men ikki til skúla

-Hví er tað møguligt hjá landinum at lata 8 miljónir kr. í stuðuli til Tórsvøll, tá eingin stuðul verður latin til skúlabygging spurdi bygdaráðsformaðurin og helt fram: -Hetta sigi eg ikki fyri at øvunda Tórsvølli stuðulin. Men vit seta spurnartekin við lógarsmíðið, tá tað er møguligt at veita Tórsvølli stuðul, tá vit ikki kunnu fáa stuðul til skúlabygging. Vit meina, at tað ikki eigur at vera so, at ein fær stuðul til eitt mentunarøki, meðan ein annar einki fær til eitt annað mentunarøki. So hava vit fingið tað sagt segði ein rættiliga avgjørdur bygdarráðsformaður.

Skúlin, sum nú stendur liðugur, hevur kostað bygdarfólkinum góðar 6,4 mill. kr. Tvs. at eingin almennur stuðul er latin til skúlan. Lagalig fígging er fingin úr Føroya Banka.

Tað hevur leingi verið ov trongligt í gamla skúlanum í sóknini. Nú fáa næmingar og lærarar so góðar umstøður at virka undir. Umframt at brúka hølini til undirvísing er eisini ætlanin, at nýggi bygningurin skal hýsa samkomum og mentanarligum virksemi av ymsum slag. Ein kann siga, at hann er ein kombinatión av einum skúla, einum mentanarhúsi, einum samkomuhúsi og einum bygdahúsi. Sólarmagn, sum í langar tíðir, hevur verið karmurin um nógv av hesum virksemi, er vorðið ov lítið og ótíðarhóskandi. So umframt at fáa eina góðan skúla til at uppala og útbúgva komandi ættarlið í sóknini hevur alt bygdarfólkið, ið hevur stóran alsk til mentanarlig virði, fingið ein góðan karm at virka undir.

Á samkomuni leygardagin, sum varð bæði hátíðarlig og gerandislig við væl nøgdum og glaðum fólkum vórðu umboð fyri landsstýrið, undirvísar- og mentamálastýrið, fyri Føroya Lærarafelag oo. Umframt Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann var eisini varaløgmaður til steðar. Sosialurin, sum var á staðnum, fer í mikudagsblaðnum at hava eina reportasju frá hesi frálíku og stak livandi løtu á Velbastað.