SJÁLVANDI skulu danskir politikarar hava loyvi at siga sína hugsan um føroyingar og Føroyar. Bæði uppá gott og ilt. Vit liva í einum frælsum og demokratiskum samfelag, og partur av tí almenna orðaskiftinum vil altíð vera atfinningar móti hesum og hasum.
MEN atfinningar valdast. Konstruktivar atfinningar og viðmerkingar eru væl tað, ið vanlig fólk vænta at hoyra og síggja frá serstakliga framstandandi politikarum og ikki minst frá formonnum í flokkum, sum hava týðandi leiklut í teimum avgerðum, sum verða tiknar.
VIT hava í seinastu bitið merki í, at formaðurin í CD-flokkinum í Danmark, Mimi Jacobsen hevur havt sera niðurstandi úttalilsi um føroyingar og Føroyar. Sjálvandi skal hon hava loyvi til at finnast at viðurskiftum her, men tað tú uppdagar, tá tú hyggur nærri eftir úttalilsum hennara, er ein so niðurgerandi tóni, at tær kemur til hugs tí, ið nærkast rasismu.
VIT halda okkum hvørki vera erkvisin ella sjálvupptikin, tá vit fella henda dóm yvir orð Mimi Jacobsens. Hetta eru nevniliga meira enn bara tilvildarliga brúkt orð. Tað liggur nakað nógv djúpri, nakað ódemokratiskt og nakað óhugaligt í tí atburði, sum Mimi Jacobsen vísir føroyingum sum heild. Leggið til merkis, at hon tosar ikki um ella við føroyskar politikarar. Adressa hennara er Føroya fólk ......de færinger....
OG tá tú so veit, at formaðurin í CD sjáldan byggir síni úttalilsi á nakra eksakta vitan, so er tað eisini uppaftur meira átaluvert. Vit sóu úttalilsi hennara í Ekstra Blaðnum, eftir at bankakanningin varð liðug. Uttan at hava lisið hesa frágreiðing komu nøkur sera niðurgerandi orð um ?de forb..... færinger?. Eitt fullkomiliga órættvíst og óumhugsaðð úttalilsi, nú kanningin vísti, at føroyingar vórðu snýttir av hennara egnu. og soleiðis kanst tú halda fram. Jóannes Eidesgaard, fólkatingsmaður vísir í ÚF herfyri á, at sama Mimi hevði als ikki sett seg inn í føroysk viðurskifti, tá hon gjørdi álop henda vegin. Og hetta er helst ein stórur partur av frágreiðingini til nógv av niðursetandi álopunum á føroyingar. Hon veit bart út ikki, hvat hon tosar um.
ORSØKIN til at vit taka júst Mimi Jacobsen fram er tann, at hon sigst vera partur av grundarlagnum hjá stjórnini - bara ikki tá formaður í fólkatinginum skuldi veljast. Eftir úttalilsum hennara í Berlingske Tidende letst Mimi Jacobsen sum um, at hon vil stuðla stjórnina, fær hon trupulleikar av einum føroyingi. .....de kan rende, kan de færinger.....sigur hon við blaðið og sigur niðurlátandi, at einki nýval skal vera orsakað av einum føroyingi. Álvaratos - hví skal ein føroyskur fólkatingsmaður, sum ynskir at hava sína egnu støðu í danska fólkatinginum, revsast og hunddálkast fyri tað, at tann danski veljarin ikki hevur givið nøkrum av vongunum meiriluta! Er hetta ikki partur av valskipanini, at tað kann enda við javnleiki!
TAÐ skal vera okkara vón, at formaðurin í CD brúkar annan málburð í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar. Hennara orð gagna hvørki dønum ella føroyingum, men eru bert við til at grava ta gjógv, sum eitt nú bankamálið er orsøkin til, enn djúpri. Vit skilja væl torføru støðuna hjá Nyrup-stjórnini, men hon eigur at vera varin ikki at stuðla seg ov nógv til ein CD-leiðara, sum tykist hava eitt endamál, og tað er at brúka føroyingar sum einki annað enn páskot fyri at kunna seta kílar í hjá Nyrup og hansara stuðulsflokkum.
HVØR heldur, at CD, sum jú fór úr javnaðarstjórini fyri valið, so fegið sær, at flokkar sum SF og Einheitslistin saman við Nyrup-stjórnini fáa síni hjartamál í gjøgnum. Nyrup eigur at vara seg fyri, at Mimi Jacobsen ikki í veruleikanum er ein borgarligur trojanskur hestur, plantaður av høgravonginum í donskum politikki. Man CD ikki bara bíða eftir einum høvi - eftir tí røttu løtuni - til at vippa Nyrup úr sessinum og fáa eina borgarliga stjórn! Her eru føroyingar kanska eitt sera hent amboð. Við ikki at stuðla Nyrup stjórnini í at seta Birthe Weis til formann í fólkatinginum - løgið, tí nettup CD hevur fingið fleiri av týðandi nevndarformenn í tinginum - kundi CD harvið brúka føroyska fólkatingsmannin í eini roynd at skapa Nyrup trupulleikar og samtíðis seta kílar millum føroyskt javnaðarumboðog danska javnaðarflokkin. Eftirrationalisering? Møguliga. Men ikki óhugsandi. ?CD bag Nyrup mod færinger? ljóðaði yvirskriftin í Berglingara.. Ein dekkandi yvirskrift fyri CD-formannin.