Dimitri Payet tryggjaði Frakland eina dreymabyrjan í setanardystinum móti Rumenia, ið annars var um reppið at stjala eitt stig. Talan var um framúr skot í seinasta minuttir, sum tryggjaði Frakland ein 2-1 sigur.
Rumenia væl við
Tað tók ikki langa tíð at fá skotið EM í gongd. Bara fáar minuttir inn í dystin, mundi Rumenia sent ein skelk gjøgnum fótbóltsfrakland, tá teir eftir horna stóðu púra leysir í fimm-metrinum, men skutu beint á Hugo Lloris.
Tað var málleyst í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki legði Olivier Giroud vertstjóðina á odda, tá hann stúraði innlegg í mál. Helst var talan um eitt fríspark, tá hann rendi albogan í málverjan, men dómarin lat ikki við seg koma.
Nú bíðu fólk bara eftir, at Rumenia brotnaði undan. So var ikki og royndi bakkurin Patrice Evra gjørdi óneyðugt brotsspark. Tað umsetti Bogdan Stancu til mál.
Rumenia var um reppið at fáa ein javnleik, men so tók West Ham spælarin og frísparkssnillingurin, Dimitri Payet sakina í egnar føtur. Úr høgur uttan fyri brotssteigin meddaði hann til, so bólturin streyk upp í handara málhorn.
Sum heild var Frakland kanska omaná leikliga, men Rumenia vardi væl og hevði upp til fleiri góðar møguleikar gjøgnum dystin. So heilt av leið hevði ein javnleikur heldur ikki verið.
EM 2016 Bólkur A:
Frakland – Rumenia 2-1 (0-0)
1-0 Olivier Giroud, 57
1-1 Bogdan Stancu, 65 br
2-1 Dimitri Payet, 89