Danmark stovnar fíggjar­lig­an sáttar­grunn til svikn­ar grøn­lend­ingar

Danska stjórin ætlar at stovna ein fíggjarligan sáttargrunngrunn til sviknar grønlendingar

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, fer mikudagin til Nuuk at geva eina almenna umbering í snyrils-málinum. (Savnsmynd). - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Við einum sáttargrunni fer danska stjórnin at veita endurgjald til sviknar grønlendingar - eitt nú kvinnur íspiralmálinum.

Fíggjarligt endurgjald fyri sviknar grønlendingar, sum hava verið fyri mismuni, nærkast.

Danska stjórnin er nú til reiðar at stovna ein sokallaðan sáttargrunn, sum skal veita grønlendingum, sum hava verið órættvíst viðfarninr, tí teir eru grønlendingar, fíggjarligt endurgjald.

Hetta kundi til dømis verið kvinnur úr spiralmálinum.

Tað sigur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, í tíðindaskrivi.

– Stjórnin vil stovna ein sáttargrunn, sum kann veita einstøkum kvinnum í spiralmálinum fíggjarligt endurgjald, sum hava verið fyri sviki og systematiskum mismuni, tí tær eru grønlendingar, stendur í fráboðanini.

Skipanin er ikki endalig enn.

Mette Frederiksen vitjar í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, mikudagin, har hon fer at geva eina almenna umbering fyri leiklutin hjá Danmark í snyrils-málinum, har fleiri kvinnur hava fingið snyril ísettan uttan samtykki.

Her fer danska forsætisráðfrúan á fund við formannin í grønlendsku stjórnini, Jens-Frederik Nielsen, har skipanin við fíggjarligum endurgjaldi verður viðgjørd.

Hvat grønlendski leiðarin heldur um skipanina er enn ókent.

Við fráboðanini í dag vísir danska stjórnin eisini á, at hon fer at hyggja at endurgjaldi til grønlendingar í øðrum málum enn seinasta nógv umrødda snyrils-málinum.

Hetta kundi til dømis verið teir løgfrøðiliga faðirleysu grønlendingarnir, sum áður hava fingið noktað endurgjald.

Tað málið snýr seg um, at lóggávan gjøgnum 1900-talið forðaði túsundtals grønlendskum børnum, sum vóru fødd uttan fyri hjúnalag, í at fáa samband við pápa sín.

Tey høvdu ongan rætt til at kenna pápa sín, arva frá honum ella taka eftirnavn hansara, fyrr enn lóggávan varð broytt. Hetta hendi í 1963 í Vesturgrønlandi og í 1974 í restini av Grønlandi.

Í umberingini hjá Mette Frederiksen er ein tilvísing til onnur mál enn snyrils-málið, sum kann takast við her.

– Vegna Danmark havi eg biðið tær kvinnur, sum vóru raktar í snyrils-málinum, um umbering og fyri teir feilir, sum Danmark annars hevur ábyrgdina av, har grønlendingar systematiskt hava verið viðfarnir øðrvísi og óvirðiligari enn aðrir borgarar í Kongaríkinum, sigur Mette Frederiksen í tíðindaskrivinum í dag.

Tað er ikki greitt, hvussu nógvur peningur verður í sáttargrunninum.

Forsætismálaráðið boðar Ritzau frá, at upphæddin ikki er útgreinað enn.

 

/Ritzau/

 

 

 

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, fer mikudagin til Nuuk at geva eina almenna umbering í snyrils-málinum. (Savnsmynd). - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix