Eg elski mítt arbeiði

Skálvíksgentan, ið flutti heimanífrá sum 16 ára gomul, hevur nú í sløk trý ár havt sítt starv á Hotel Streymi. – Eg haldi meg ongantíð hava havt eitt betri starv. Hetta dámar mær heilt ótrúliga væl. Eg føli meg sum fiskur í vatni, og eg elski at vera til arbeiðis á hotellinum, sigur Sunneva Joensen, sum býr og er gift í Kollafirði

Til arbeiðis

Tað er friðarligt á Hotel Streymi Yviri við Strond, tá vit støkka inn á gólvið til eitt prát við skálvíkskvinnuna, Sunnevu Joensen.
Hon hevur gjørt gott kaffi og hevur sett køkur á borðið.
Vit sessast í hugnaligu matstovuni, beint við eitt av fleiri vindeygum, sum venda oman móti vegnum og móti Nólsoyarfirði.
Hýrurin er góður, og hon er væl uppløgd. Hon er einsamallur ”bossur” á hotellinum hesa løtu. Eigarin, Svend Aage Ellefsen, er uttanlands, men um eina løtu kemur versonur hansara og dagligi leiðarin á hotellinum, Jens Tummas.
Lítla og berbara teldan kemur upp á borðið at standa, og so koyrir prátið bara, meðan vit drekka kaffi.

Hon søkti bara
- Eg sá ongantíð lýsingina um starvið, sum var lýst leyst á Hotel Streymi. Onkur segði mær, at tey høvdu lýst eftir fólki, men eg fataði tað, sum um talan var um eitt arbeiði við Streymin. Nei, har fari eg ikki, var tað fyrsta, eg segði. Skjótt kom eg tó eftir, at talan var um Hotel Streym. Tíðin at søkja var ikki farin, so eg setti meg at skriva eina umsókn, tó at eg enn í dag ikki rættiliga veit, hvørjum tey lýstu eftir.
Sunneva sigur, at tað næsta, sum hendi, var, at hotelleiðslan bað hana koma til samtalu, og her tosaði hon við Svend Aage og Jens Tummas.
- Teir spurdu meg, hvat eg hevði fingist við, og soleiðis eisini hvørjar arbeiðsroyndir eg hevði. Hetta endaði við, at eg fekk starvið.
Hon sigur, at hennara uppgáva í byrjanini var at halda kømrini, sengurnar og gongirnar reinar.
- Tá eg byrjaði, høvdu vit 14 kømur. Nú hava vit 26, harav tey 12 komu við seinastu útbygging. Hetta eru alt góð og nosslig kømur, harav størri helmingurin hevur gott útsýni út yvir Nólsoyarfjørð.

Alt niðri undir
Seinnu árini hevur Sunneva serliga starvast niðri undir á hotellinum, meðan onnur hjálparfólk hava tikið sær av kømrunum, serliga í summarsesongini, tá mest er at gera.
- Mítt arbeiði í dag er í fyrsta lagi at gera morgunmat og hava kaffi og te klárt til tey gistandi. Vit hava eisini køkur og fruktir, sum fólk kunnu fáa sær av allan dagin. Samstundis passi eg reseptiónina, taki ímóti bíleggingum, avgreiði gistandi og haldi rúmini rein niðri undir.
Hon tekur sær eisini av bílegging av vørum.
Sunneva sigur, at tá nógv gistandi eru, byrjar hon longu klokkan 06.15 og um sumrarnar, tá mest er at gera, kemur ein onnur genta vanliga klokkan 08.
- Um neyðugt, hjálpir hon mær í køkinum, og annars er neyðugt at hjálpast at í hásesongini, um alt skal fáast at hanga saman. Jens Tummas er mær eisini óførur til hjálpar, sigur hon.
Vanligi arbeiðsdagurin hjá Sunnevu er mánadag, mikudag, hósdag og fríggjadag frá klokkan 06.30 til 14.30 og týsdag, tá hon hevur langan dag, arbeiðir hon vanliga frá klokkan 14.30 til 22.30. Aftrat hesum arbeiðir hon triðja hvørt vikuskifti, leygardag og sunnudag frá klokkan 06.30 til 22.30.

Fiskur í vatni
Vit skulu ikki fara at ramsa upp øll tey arbeiði, sum Sunneva hevur havt gjøgnum hennara arbeiðslív, men bert tríva í okkurt av tí, hon hevur tikist við.
- Eg var hjá Baslev í eini fimm ár, og haðani fór eg út á Pleygudeildina, har eg var í umleið hálvt annað ár.
Men Sunneva hevur eisini roynt ymiskt annað enn handilslív og tað at ansa eldri og gomlum fólki.
- Í nøkur ár var eg knýtt at Rás2. Hetta var, áðrenn Sosialurin keypti fyritøkuna. Á Rás2 tók eg mær av ymiskum uppgávum. Eg seldi lýsingar, og eg gjørdi lýsingar. Eisini hevði eg ynskiløtuna, eins og eg royndi meg sum teknikara og skrivaði onkuntíð okkurt smávegis. Hetta var ein spennandi og lærurík tíð, og mær dámdi ógvuliga væl at arbeiða fyri Rás2, sigur hon.
Hesi sløku trý árini, Sunneva hevur starvast á Hotel Streymi, hevur henni dámt sera væl, og hon hevur alt gott at bera samstarvinum, hon hevur við eigaran, Svend Aage og dagliga leiðaran, Jens Tummas.
- Eg haldi meg ongantíð áður hava havt eitt betri starv. Hetta dámar mær heilt ótrúliga væl. Eg føli meg sum fiskur í vatni, og eg elski at vera til arbeiðis á hotellinum.
Hon sigur, at eitt starv, har hon meira ella minni er sín egni harri í tí dagliga, passar henni ógvuliga væl.
- Mær dámar væl at bestemma eitt sindur, og mær dámar ikki, at nakar andar meg í nakkan. Eg havi tað so gott á Hotel Streymi. Her er deiligt at vera, og eg elski at fara til arbeiðis og taka mær av teimum uppgávum, sum hetta virksemi ber við sær, sigur Sunneva Joensen.
Ein annar partur av arbeiðnum hjá henni er at hava fundarhølini, sum
hotellið eisini hevur, klár, tá tey verða leigað út til eitt nú ráðstevnur, skeiðir og ymiskt fundarvirksemi.
- Vit hava eitt frálíkt høli til slík endamál, har pláss er fyri eini 60-80 fólkum, sigur skálvíkskvinnan, sum stórtrívist á Hotel Streymi.