Ein landsliðsspælari aftrat til Klaksvíkar

KÍ hevur í dag skrivað undir sáttmála við Daniel Johansen, sum flytur úr Hillerød IF og til Klaksvíkar

KÍ skrivar soleiðis nú seinnapartin:

 

Eg gleði meg at koma í gongd í KÍ, tí her eru fantastiskar umstøður, og eitt ótrúliga sterkt lið, sigur Daniel Johansen, sum hevur skrivað undir 2 ½ ára sáttmála við KÍ.

 

Hann hevur verið eyðsýndur í Hillerød seinastu tíðina, men hóast hetta, so føldi hann, at tíðin var komin at venda nøsina heimaftur á klettarnar, og vísur á, at familja og vinur eisini hava týdning fyri hvat man kann avrika sum fótbóltssleikari á vøllinum.

 

Harafturat vísur Daniel á, at nú hevur hann roynt eitt ævintýr uttanfyri Føroyar, og sum støðan er nú, so er hetta rætta stigið fyri hann.

 

Tá ið vit spyrja Daniel um orsøkin at valið júst bleiv KÍ, so er hann ivaleysur.

 

- KÍ hevur eitt ótrúliga professionelt settup, sum á nógva hátt er hægri enn í fleiri donskum feløgum, og tað dámar mær sera væl.

 

- Liðið liggur nummar 1, og hevur ein sera sterkan hóp við 8 landsliðsleikarum og spennandi álopsinnaðum spælistýli, sum passar væl til mín. At eg eisini kenni fleiri av leikarunum væl, ger tað eisini lættari at velja, sigur Daniel Johansen, sum hevur smoygt KÍ blusuna yvir høvdið til dagsins mynd.

 

"Hetta er ein fongur fyri liðið"

 

So avgjørdur er Magnus Powell, nú 2 ½ ára sáttmáli er skrivaður við føroyska landsliðsleikaran, Daniel Johansen.

 

- Daniel er ein sera góður spælari, sum passar væl inn í KÍ. Hann hevur eyðsýndar kvalitetir við sínum x-faktor vinstrafóti í samband við fríspak. Harafturat hevur hann gjørt nógv upplegg og nøkur mál, og tað fáa vit heilt sikkurt eisini brúk fyri.

 

- Hann er álopssinnaður, skjótur, arbeiðssamur og er góður í síðuni, bæði til yvirlapp og undirlapp.

 

- Hann skal sjálvandi hava eitt sindur av tíð at koma inn í KÍ hópin, men eg eri vísur í at hann fer at styrkja um KÍ.

 

Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Magnus Powell, vísur á, at Daniel er keyptur inn sum ein vinstribakkur.

 

- Vit hava keypt Daniel Johansen inn, til at taka kappingina upp við Robert Williams. Daniel kann bæði spæla sum vinstribakkur og eisini vongbakkur. Tað fáa vit eisini brúk fyri, tá ið evropeisku dystirnir standa fyri framman, sigur Magnsu Powell.

 

Spurdur, um hetta er seinasta keypið í ár, so er Magnus Powell avgjørdur:

 

- Tað er tað heilt sikkurt ikki. Ella tað vóni eg ikki. Vit skulu styrkja enn meiri um liðið!