Tiltakið hjá Fiskavirkinum í Gøtu at hava ein marknað við føroyskari framleiðslu leygardag frá klokkan 11 til 14 verður tikið upp aftur í dag, og soleiðis letur marknaðurin upp um eina lítla løtu.
Hetta er fimmti leygardagurin á rað, at skipað verður fyri hesum marknaðartiltaki á Fiskavirkinum í Norðragøtu, og allar dagarnar hevur tiltakið verið væl vitjað.
- Jú, áhugin hevur verið stórur, og nú byrja eisini fólk at koma aðrastaðni frá, sigur Andras Jákupsson, sum er ein av fyriskiparunum hjá Fiskavirkinum í Gøtu.
Ætlanin er fyribils at hava marknaðardag hvønn leygardag restina av hesum árinum, og hvørja ferð verður okkurt nýtt at síggja og fáa.
Tey, sum luttaka á marknaðardegnum í Norðragøtu í dag, eru:
* PRG Fiskavirkið (salt-og feskfiskavørur)
* Veltan (grønmeti)
* Bóndin í Leirvík (kjøt og egg)
* Fang Fang (kjólar til gentur)
* Jens Klæmint (skemtimyndir)
* Jonna (ymiskt heimaseymað)
* Gloym MEG Ei
* Vistfrøði
* Sjógæti (fisk & kips, fiskavørur).