Eitt ára føðingardagur við Tjarnir

Sunnudagin 15. februar er eitt ár farið síðan stórhøllin við Tjarnir lat dyrnar upp. Eitt ár við nógvum spennandi tiltøkum, bæði innan ítrótt og mentan. Í sambandi við føðingardagin letur Hoppilundin upp frá klokkan 14 til 18 hendan dagin, og tað verður ókeypis atgongd.

Hoppilundin varð fyrstu ferð roynd 15. november í fjør. Bæði børn og vaksin tóku sera væl ímóti nýggja møguleikanum. Í Hoppilundinini er møguligt hjá børnum at stytta sær stundir í forvitnisligu hoppiborgunum, og hevur onkur hug til okkurt meira róligt, ber eisini tll at spæla mini golf.

Afturat hesum hava sølubúðirnar opið, so tað ber eisini til at hugna sær við poppkorn, candyfloss og blandaðum bommum.

 

Vit bjóða allari familjuni vælkomnari í føðingardag við Tjarnir sunnudagin 15. februar.