Í sambandi við eftirlitsvirksemið hjá Elnevndini er nevndin komin eftir, at skammlop er komið í Force-móttakarar, ið millum annað verða nýttir saman við Televarpinum. Tvær hendingar hava verið umrøddar í miðlunum, har talgildir móttakarar hava elvt til skaða; í einum føri elvdi ein móttakari í september 2009 til ein álvarsligan eldsbruna á Stykkinum, og í einum føri kundi somuleiðis eldsbruni spurst burturúr.
Málini eru kannað av Elnevndini, Politinum, Brunaumsjón Landsins og Televarpinum. Kanningarnar vísa, at veikleikar eftir øllum at døma hava verið á prentkortunum innan fyri streymveitingina. Helst hava loddingarnar á nøkrum móttakarum verið ov veikar og eru brotnaðar, og tað hevur við tíðini ført til skammlop førum.
- Hetta eru hendingar, sum í ringasta føri kunnu elva til eldsbruna, og tí vil Elnevndin mæla fólki til at vera ansin. Um móttakarin ikki virkar, sum hann plagar, um hann er heitari enn vanligt, ella um tað luktar brent, eru ráðini antin at fáa móttakaran umvældan ella skiftan, sigur Elnevndin.
Samstundis mælir Elnevndin altíð fólki til at sløkkja øll tól, tá ið tey ikki verða nýtt.
Televarpið, sum m.a. hevur nýtt Force sum talgildar móttakarar, tekur undir við frágreiðingini og niðurstøðuni hjá Elnevndini og tekur neyðug tiltøk í tí sambandi.
- Talgildu móttakararnir Force 320T og Force 1144T verða ikki longur seldir, tí teir eru útgingnir, men tað eru framvegis nógv, ið brúka hesar móttakarar, og tí mælir Televarpið fólki til at vera ansin. Televarpið fyrireikar í løtuni nøkur serlig tilboð til teirra, sum vilja skifta um móttakarar við nýggjari útgávur, sigur Edvard í Skorini Joensen, stjóri í Televarpinum.