Føroyingar vinna íslendsku steypakappingina á fjórða sinni

Um tað verður Kaj Leo í Bartalsstovu og Jónas Tór Næs ella Gunnar Nielsen, so verður tað fjórðu ferð, at heiðurin fellur føroyingi í lut

Síðani 2000 hava føroyingar havt eina rættiliga stolta søgu í íslendsku steypakappingini, og í annaðkvøld verður tað á fjórða sinni, at føroyingur/føroyingar vinnur/vinna íslendsku steypikappingina.

 

ÍBV við Kaj Leo í Bartalsstovu og Jónasi Tór Næs møta FH í finaluni, sum hevur Gunnar Nielsen í málinum.

 

Uni Arge breyt ísin í 2000, tá hann sum tann fyrsti føroyingurin vann eina steypakapping uttanfyri Føroyar. Hetta gjørdi Uni saman við liði sínum, Akranesi, sum í steypafinaluni á Laugardalsvøllinum í 2000 vann 2-1 á ÍBV. Í 1998 taptu Uni Arge og Jens Martin Knudsen íslendsku steypafinaluna við Leiftri ímóti júst ÍBV. Uni skoraði ikki í finaluni í 2000, men hann skoraði í hálvfinaluni ímóti FH. 

 

Í 2003 gjørdist Julian Johnsson annar føroyingurin, sum vann íslendsku steypakappingina. Í steypafinaluni á Laugardalsvøllinum í 2003 vann Julian saman við liði sínum, Akranesi 1-0 á FH.

 

Í 2006 gjørdist Símun Samuelsen triðji føroyingurin, sum vann íslendsku steypakappingini. Saman við liðfeløgunum í Keflavík vann Símun á Laugardalsvøllinum íslendsku steypakappingina við einum 2-0 finalusigri á KR. Ì steypafinaluni hevði Símun gyltan møguleika at skora til 3-0, men tók ikki av. 

 

Í annaðkvøld fáa vit so svarið hvør av okkara landsmonnum fær heiðurin. Steypafinalan millum ÍBV og FH byrjar klokkan 17. Rás2 sigur frá HB-NSÍ og 07 Vestur-EB/Streymur tá. Í sendingini verður kunnað hvussu tað gongur í tí íslendsku steypafinaluni.