FC Nordsjælland legði fyri við tapi á heimavølli

Annar av føroysku leikarunum hjá FC Nordsjællandi fekk spælitíð

Mynd: FSF

Sara Benjaminsen var í hópinum, og Kára Sigurðsson slapp á vøllin seinasta hálva tíman, tá lið teirra, FC Nordsjælland ígjár spældi fyrsta dystin í bestu donsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Dysturin móti OB endaði við 0-1 tapi.

 

Komandi leygardag klokkan 12 hevur FC Nordsjælland dyst á útivølli móti Brøndby.

 

Sara er 17 ára gomul, og Kára fyllir 17 ár 11. august, so her eru bjørt framtíðarútlit, um ikki skaðar arga. 

 

 

 

Mynd: FSF