Fingu klipp fyri at hava leys børn í bilinum

Tað kemur javnan fyri, at foreldur ikki seta børnini í trygdarbelti, sigur løgreglan

Løgreglan ger javnan ferðslukanningar uttan fyri skúlar um morgunin, tá ið børnini koma í skúla. Tað gjørdu tey aftur í gjáramorgunin, tá ið bilarnir, sum komu í ein smærri skúla á meginøkinum, vórðu kannaðir.

 

Og løgreglan sigur, at hóast talan ikki er um so nógv skúlabørn, vóru tað kortini tveir bilførarar, sum fingu klipp í koyrikortið tí at teir høvdu børn í bilinum, sum ikki sótu í trygdarbelti.

 

Løgreglan sigur, at tað kemur javnan fyri, tá ið teir kann ferðsluna til skúlarnar, at teir geva foreldrum klipp í koyrikortið tí at børnini sita leys í bilinum. Tað er eisini hent, at foreldrini sjálvi sita í trygdarbelti, men ikki børnini.

 

Men tað er ikki nóg mikið at seta børnini í trygdarbelti, tí tað skal gerast eftir forskriftunum. Eitt nú hevur løgreglan onkuntíð greitt frá, at tey hava tikið foreldur hóast børnini hava sitið í trygdarbelti, men við eini stórari skúlatasku á rygginum og tað er ikki rætt.