Tann 1. august hevði Finnbogi Danielsen starvast í 55 ár hjá Poul Hansen.
Í hesum sambandi bjóðaði Finnbogi lagkaku í kantinuni og Tony Rasmussen, stjóri, lat blómutyssi frá fyritøkuni.
Finnbogi er samstundis tað starvsfólkið, ið hevur starvast longst hjá Poul Hansen í okkara skjótt 100 ára gomlu søgu. Vit ynskja honum hjartaliga til lukku, skrivar Poul Hansen Heilsøla á sínum vanga á facebook, og har eru eisini fleiri myndir frá løtuni.












