Ein dystur var sunnudagin leiktur í niðara endaspælinum í Meistaradeildini hjá kvinnum.
Vesturi á Eiðinum í Vági tók FC Suðuroy móti B36.
B36 vann dystin 3-1. Livyan Kétille Borges Silva skoraði reint hattrick. Tvey av málunum vóru upp á brotsspørk.
Áðrenn Livyan Kétille Borges Silva legði B36 á odda við einum brotssparki hevði Leona Djurhuus møguleikan at leggja FC Suðuroy á odda við einum brotssparki, men hon brendi brotssparkið.
B36 er fremst við níggju stigum. 07 Vestur hevur átta stig, meðan ÍF og FC Suðuroy hava fýra stig hvør.
FC Suðuroy-B36 1-3 (0-1)
0-1 Livyan Kétille Borges Silva, br. (33.)
0-2 Livyan Kétille Borges Silva, br. (71.)
0-3 Livyan Kétille Borges Silva (90.)
1-3 Tórunn Klakkstein Vilhelm (90.+)
Kelda: dystir.fo
|
|











