Martin Agnarsson var á vøllinum í 63 minuttir, og Áki D. Samuelsen var ikki við í hópinum, tá lið teirra, Mjällby var fyri einum skrædli í bestu svensku fótbóltsdeildini.
Á 3 Arena leikvøllinum í Stokkhólmi tapti Mjällby stórt 0-4 fyri Djurgården. Heimaliðið brúkti bert 26 minuttir um at leggja seg á odda 3-0.
Mjällby hevði bert bóltin 32 prosent av tíðini, og teir høvdu sambært hagtølunum ongan stóran málmøguleika.
Mjällby er nummar 12 í deildini við 20 stigum. Teir eru bert seks stig omanfyri næstaftasta liðið, Örgryte sum hevur 14 stig.
Longu hóskvøldið klokkan 18 fær Mjällby høvið at hevna tapið í kvøld, tá teir møta Djurgården á heimavølli í Hällevik.











