ArtiCon skal byggja nýggja oljugoymslu hjá Effo

Nýggja oljugoymslan í Søldarfirði fer at rúma 20.000 rúmmetrum av ymiskum sløgum av brennievni. Eftir ætlan verður hon tikin í nýtslu við árslok 2027.

ArtiCon hevur fingið uppgávuna at gera jørð- og betongarbeiðið í sambandi við nýggju oljugoymsluna hjá Effo í Søldarfirði. Tað skrivar felagið á Facebookvanga sínum.

 

Nýggja oljugoymslan fer tilsamans at rúma 20.000 rúmmetrar av gassolju, diesel, bensini og flogbrennievni.

 

Arbeiðið hjá ArtiCon fevnir millum annað um tríggjar tangagarðar við tilsamans sjey tangafundamentum. Harumframt skal byggjast eitt ventilhús og ein rampa til at fylla olju á tangabilar.

 

Jørðarbeiðið er longu farið í gongd og gongur sambært ArtiCon væl. Roknað verður við, at fyrsti parturin verður liðugur í seinnu hálvu av september. Síðan verður farið undir betongarbeiðið.

 

Eftir ætlan verður nýggja oljugoymslan hjá Effo tikin í nýtslu við árslok 2027.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##