Tveir javnleikir og ein stórsigur til B36

Vit taka samanum teir tríggjar innanhýsis dystirnar millum B36 og B68 í hesum kappingarárinum

B36 og B68 hava leikt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í Meistaradeildini hjá monnum í hesum kappingarárinum.

 

B36 vann stórsigur í tí fyrsta dystinum, meðan hinir báðir dystirnir endaðu við javnleiki. 

 

Úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum er fimm stig til B36 og tvey stig til B68.

 

Í øðrum dystinum var B68 á odda 4-1 móti B36, og í triðja innanhýsis dystinum misti B68 sigurin í yvirtíðini. B36 javnaði eisini í yvirtíðini í øðrum dystinum. 

 

Samlaða málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum gjørdist 11-5 til B36.

 

B36-B68 6-0 (2-0) - 21. mars

 

1-0 Torgeir Børven (37.)

 

2-0 Torgeir Børven (45.+1)

 

3-0 David B. Andreasen (49.)

 

4-0 Tobias Hansen (79.)

 

5-0 Bogi Reinert-Petersen (82.)

 

6-0 Boubacar Dabo (90.+2)

 

B68-B36 4-4 (3-1) - 30. mai

 

1-0 Hanus Højgaard (13.)

 

1-1 Bogi Reinert-Petersen (27.)

 

2-1 Nicolai Dohn (33.)

 

3-1 Loick Lespinasse (37.)

 

4-1 Sebastian Lau Nielsen (73.)

 

4-2 Torgeir Børven (74.)

 

4-3 Bogi Reinert-Petersen, br. (81.)

 

4-4 sjálvmál (90.+4)

 

B36-B68 1-1 (0-0) - 30. august

 

0-1 Loick Lespinasse, br. (83.)

 

1-1 Ragnar Samuelsen (90.+2)

 

Kelda: FaroeSoccer