NSÍ og AB hava spælt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í Meistaradeildini hjá monnum hetta kappingarárið.
NSÍ vann báðar heimadystirnar við Løkin í Runavík, og AB vann tann eina heimadystin inni í Vika á Argjum. Úrtøkan var sostatt seks stig til NSÍ og trý stig til AB.
Í tí fyrsta dystinum skoraði NSÍ sigursmálið í yvirtíðini, og í øðrum dystinum millum liðini skoraði AB sigursmálið í yvirtíðini.
Samlaða málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum gjørdist 7-5 til NSÍ.
Petur Knudsen skoraði í øllum trimum dystunum móti AB.
NSÍ-AB 2-1 (1-1) - 21. mars
1-0 Daniel Obbekjær (23.)
1-1 sjálvmál (29.)
2-1 Petur Knudsen (90.+2)
AB-NSÍ 3-2 (1-1) - 30. mai
1-0 Ragnar Skála (24.)
1-1 Petur Knudsen (31.)
2-1 Brian Jakobsen (53.)
2-2 Jann Benjaminsen (70.)
3-2 Dánjal Danielsen (90.+1)
NSÍ-AB 3-1 (0-1) - 30. august
0-1 Gunnar Reynslág (3.)
1-1 sjálvmál (56.)
2-1 Meinhard E. Olsen (64.)
3-1 Petur Knudsen, br. (72.)
Kelda: FaroeSoccer











