Russiski forsetin, Vladimir Putin, og kinesiski forsetin, Xi Jinping, stilla upp til myndatøku á toppfundinum í Bisjkek í Kirgisia mánadagin. Mynd: Kristina Solovyova/Ritzau Scanpix

Putin og Xi umrøddu ikki kríggið í Ukraina av álvara

Kríggið í Ukraina varð bert nevnt stutt á toppfundinum í Asia. Heldur varð dentur lagdur á vitlíki og talgilda nýskapan.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, og kinesiski forsetin, Xi Jinping, stilla upp til myndatøku á toppfundinum í Bisjkek í Kirgisia mánadagin. Mynd: Kristina Solovyova/Ritzau Scanpix

Russiski forsetin, Vladimir Putin, og kinesiski forsetin, Xi Jinping, hittust mánadagin á einum toppfundi í Bisjkek í Kirgisia.

 

Teir umrøddu stutt „kreppuna í Ukraina“, men nakað veruligt orðaskifti um tað, sum á Vesturlondum verður rópt eitt kríggj, var ikki.

 

Tað upplýsir Dmitrij Peskov, talsmaður fyri russisku stjórnina í Kreml, sambært statsligu russisku tíðindastovuni Tass.

 

– Kreppan í Ukraina varð umrødd stutt. Í roynd og veru var einki veruligt orðaskifti um hana, sigur Dmitrij Peskov.

 

Sambært tíðindastovuni AFP løgdu ríkisleiðararnir báðir størri dent á samstarv innan vitlíki og talgilda nýskapan. Tað var í øllum førum ætlanin undan fundinum.

 

– Samstarv okkara mennist á øllum økjum.

 

– Talgild nýskapan, harímillum vitlíkistøkni, gevur eisini nýggjar møguleikar fyri búskaparligu menningina í londum okkara, segði Putin, áðrenn fundurin við kinesiska starvsbróðurin byrjaði.

 

Xi segði seg fegnast um at síggja Putin. Hann vísti á, at sambandið millum Kina og Russland er vorðið sterkari, samstundis sum heimurin er vorðin meira ófyrisigiligur.

 

– Tað er eyðsæð, at størri óvissa og ófyrisigiligheit valda í altjóða skipanini, segði kinesiski forsetin sambært AFP.

 

Putin og Xi hittast í sambandi við toppfundin hjá Shanghai Cooperation Organisation, SCO.

 

Eisini iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, indiski forsætisráðharrin, Narendra Modi, og pakistanski forsætisráðharrin, Shehbaz Sharif, taka lut á toppfundinum.

 

Putin væntast eisini at hava ein serstakan fund við iranska forsetan.

 

Russland og Iran, sum bæði eru fevnd av nógvum altjóða revsitiltøkum, hava ment samstarv sítt, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022.

 

Bæði londini eru í dag í kríggi hvør á sínum hermóti. Russland kríggjast í Ukraina, meðan Iran er í kríggi við USA og Ísrael.

 

Kirgisia, sum er vertur fyri toppfundinum, hevur mark móti Kina fyri eystan, Kasakstan fyri norðan, Usbekistan fyri vestan og Tadsjikistan fyri sunnan.

 

Ritzau

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, og kinesiski forsetin, Xi Jinping, stilla upp til myndatøku á toppfundinum í Bisjkek í Kirgisia mánadagin. Mynd: Kristina Solovyova/Ritzau Scanpix