Vance: Trump sendir Iran eini boð

Amerikanski forsetin legði náttina til mánadagin út eitt vitlíkisgjørt sjónband, sum vísir eitt álop á strategiskt týdningarmiklu iransku oynna Kharg.

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, tosar við tíðindafólk, áðrenn hann fer umborð á Air Force Two á Joint Base Andrews í Maryland. Mynd: Saul Loeb/Reuters

Donald Trump sendi helst Iran eini boð, tá ið hann mánanáttina almannakunngjørdi eitt sjónband av einum íspunnum bumbuálopi á iransku oynna Kharg.

 

Tað sigur amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, sambært tíðindastovuni Reuters.

 

– Forsetanum dámar væl at royna okkurt nýtt á sosialu miðlunum. Hann hevði sjálvur verið tann fyrsti at sagt, at hann ikki boðar frá hernaðarligum atgerðum á sosialu miðlunum, men eg haldi, at hann sendir iranum eini boð, sigur Vance.

 

Sjónbandið varð lagt út á sosiala miðilin Truth Social saman við einum teksti. Tað er gjørt við vitlíki og vísir tað, sum líkist einum oljureinsiverki og einum skipi, ið verða sprongd í luftina.

 

Álopið sæst úr erva, sum varð tað tikið upp úr einum flogfari ella einari tyrlu.

 

– Oyggin Kharg verður sprongd sundur og saman!!! Forseti DJT, stendur í tekstinum til sjónbandið.

 

„DJT“ eru forbókstavirnir hjá Donald J. Trump.

 

USA leyp sunnukvøldið á tvær rakettstøðir á iransku oynni Larak. Amerikanski herurin vísir tó aftur, at Kharg varð álopin.

 

Áðrenn núverandi kríggj varð umleið 90 prosent av allari iranskari oljuútflutning skipað út frá Kharg. Eitt amerikanskt álop á oynna kann tí fáa álvarsligar avleiðingar fyri iranska oljuútflutningin og harvið iranska búskapin.

 

Tað hevði tó ikki verið fyrstu ferð, at USA leyp á oynna.

 

Í mars framdi amerikanski herurin eitt umfatandi álop á Kharg. Sambært Trump vórðu øll hernaðarlig mál á oynni løgd í oyði.

 

Trump segði tá, at USA hevði spart oljuídnaðin á oynni.

 

Álopini á Larak í nátt vóru tey fyrstu amerikansku álopini á Iran síðan síðst í juli.

 

Sambært iranskum ríkismiðlum lótu tvey fólk lív, og fleiri onnur vórðu særd í álopunum.

 

Iranska kollveltingarverjan svaraði aftur við rakett- og dronuálopum á amerikanskar herdeildir í Jordan og Sameindu Arabisku Emiratunum, skrivar tíðindastovan AFP.

 

Í kvøld er framvegis ógreitt, um nakar hevði fingið skaða í iransku álopunum.

 

Ritzau

 

 

 

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, tosar við tíðindafólk, áðrenn hann fer umborð á Air Force Two á Joint Base Andrews í Maryland. Mynd: Saul Loeb/Reuters