Dánjal Petur Hansen
Runavíkar kommuna hevur verið alt og lítið aktiv til tess at fleiri tilboð til ung og tilkomin er vorðin til veruleika. Talan hevur tvørturímóti í alt ov stóran mun verið um afturhald.
Ein av høvuðsfyritreytunum fyri góðum trivnaði í býnum, er at tað pláss fyri okkum øllum, og har vit øll føla okkum væl. At tað er rúm fyri einum ríkum og fjølbroyttum ítróttar- og mentunarlívi er avgerandi fyri trivnaðin.
Styrkin hjá Runavíkar kommunu hevur verið tað fyritakssemi fólkið her hevur víst.
Dynamikkur og fjølbroytni gevur býnum lív, og skulu vit sum kommuna stuðla teimum, sum ikki eru bangin fyri at taka tøk, og broyta burturúr nýggjum.
Ein sterk kommuna er ein kommuna fyri øll, og eigur hetta at verða ein sjálvsagdur málsetning-ur fyri framtíðina
Framtíðin kemur ikki at sær sjálvum.
Vit mugu vilja framtíðina og velja framtíðina.