##med2##
- Eg havi eina góða kenslu undan dystinum. Tað sigur landsliðsbakkurin hjá KÍ, Jóannes Kalsø Danielsen eitt samdøgur undan størsta dystinum í søguni hjá KÍ.
Hópurin hjá KÍ hevur havt sína seinastu venjing á Aviva leikvøllinum í Dublin undan Europa League Play Off dystinum móti Dundalk FC í annaðkvøld klokkan 19.30.
Jóannes Kalsø Danielsen slær fast, at við Mikkjali Thomassen sum høvuðsvenjara eru hann og spælararnir altíð væl fyrireikaðir.
Jóannes Kalsø Danielsen undrast tó á, at navnin Bjartalíð er so íðin Uno-spælari: - Hann tapir alla tíðina, greiðir Jóannes Kalsø Danielsen flennandi frá.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jóannes Kalsø Danielsen á gistingarhúsinum í Dublin.
Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Byrjað verður at senda klokkan 18.30. Longu klokkan 15 til 17 verður ein upptakssending við Tróndi Arge og Hera Simonsen.
ØLL kunnu hoyra FM1 HER
HER ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Páll A. Klettskarð.
HER ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen.
HER ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við liðskiparan hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen.