Gevandi eldradagur í Leirvík

Eldradagurin 2022 verður fríggjadagin hin 2. september, og tiltakið verður í Bygdarhúsinum í Leirvík.

Eldrafelagið Fjallið og Landsfelag Pensjónista, sum skipa fyri tiltakinum, vísa á, at bussur koyrir av Farstøðini í Havn klokkan 09.15, og síðan verður koyrt úr aftur Leirvík, tá tiltakið er liðugt klokkan 17.15.

 

Tiltakið í Leirvík byrjar klokkan 10 við morgunmati. Tá verður eisini tónleikur við Hans Hjalta Skaale og Hóraldi Joensen, og klokkan 10.45 fer umboð fyri Eldrafelagið Fjallið at bjóða vælkomin.

 

Áðrenn borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, fer at siga nøkur orð klokkan 11, verður felagssangur.

 

Tá klokkan er farin av 11, fer eitt umboð fyri Betri Banka, Dania Olsen, at greiða frá, hvussu ein pensjónistur ella eini pensjónistahjún kunnu leggja eina fíggjarætlan.

 

Eftir felagssang, fer Marin Vang klokkan 11.35 at greiða frá lívinum sum pensjónistur, og klokkan 11.50 fer eitt umboð fyri BankNordik, Jónvá J. Ellingsgaard, at greiða frá nýggja netbankanum. 

 

Í Skopun býr ein góður skemtari, sum veit nógvar stuttligar søgur. Hetta er Fríðhild Winther, og hon fer at undirhalda eina løtu, tá klokkan er farin av 12.

 

Eftir at fólk eru sloppin at røra seg eitt bil, verður døgurði klokkan 12.30, og tá verður eisini møguleiki at fáa hjálp til at stovna nýggja netbankan og Samleikan.

 

Eftir døgurða verður ein lítil gongutúrur, og klokkan 14.45 verður kaffi og køka, og tá verður eisini drigið um lutaseðlar.

 

Sum seinnaparturin líður verður felagssangur klokkan 16, og tá verður eitt orðið frítt, um onkur hevur hug at siga nøkur orð, og klokkan 16.30 fer forkvinnan í Landsfelag Pensjónista, Beata L. Samuelsen, at siga nøkur orð.

 

Eldradagurin 2022 endar stutt fyri klokkan 17, og seinasta á skránni er, at tjóðsangurin verður sungin, og síðan verður farið heim aftur klokkan 17.

 

Øll skráin fyri dagin kann lesast á www.eldri.fo, og her fæst eisini neyvari kunning um tilmelding og prísir, og seinasta freist at boða frá luttøku á Eldradegnum 2022 er hósdagin hin 25. august.