Fyri meg er ólavsøkan eitt hæddarpunkt av árinum

- Eg havi nú í mong ár arbeitt fyri Kringvarpið í sambandi við setanina og eisini í sambandi við gudstænastuna, skrúðgonguna og sangin undir Tinghúsinum, sigur Tórður Mikkelsen

Fert tú á ólavsøku?

 

- Ja, tað er ein sjálvfylgja. Minnist ikki, nær eg seinast havi verið burtur á ólavsøku.

 

Tað sigur Tórður Mikkelsen. 

 

- Fyri meg er ólavsøkan eitt hæddarpunkt av árinum. Havi nú í mong ár arbeitt fyri Kringvarpið í sambandi við setanina ólavsøkuaftan og eisini í sambandi við gudstænastuna ólavsøkumorgun, skrúðgonguna og sangin undir Tinghúsinum.

 

Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?

 

- Haldi, at tað er eitt serligt huglag á ólavsøku. At hitta fólk, bæði føroyingar og útlendingar, er áhugavert, og á ólavsøku hitti eg altíð fólk, eg ikki havi sæð í mong ár. At nógv fólk eru í føroyskum klæðum, setir serligan dám á.

 

Tórður Mikkelsen heldur, at gudstænastan ólavsøkumorgun, skrúðgongan og kórsangurin á Tinghúsvøllinum eru kjarnin í ólavsøkuni. 

 

##med2##

 

Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?

 

- Veit ikki. Men kanska fleiri siðbundin tiltøk. Eitt gott tiltak hesi síðstu árini hevur eitt nú verið felagssangurin við harmonikuspæli umborð á træseglskipunum, sum liggja við kai við Skeiva Pakkhús á Skálatrøð.

 

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar? 

 

- Á hvørjum ári havi eg serligar upplivingar á ólavsøku, so tað er torført at taka nakað fram um annað. Men, eg minnist væl ólavsøkuna fyri nøkrum árum síðan, sum regnaði burtur, sigur Tórður Mikkelsen.

 

Lesið eisini: Fólk vænta at vit eru heima á ólavsøku

 

https://www.in.fo/news-detail/folk-vaenta-at-vit-eru-heima-a-olavsoeku 

 

##med3##

 

##med4##

 

Myndina tók Bjarni Árting Rubeksen