Nemo er bæði økonomiskur og umhvørvisvinarligur, oljunýtslan er 22,2 km/l við blandaðari koyring, og CO2 útlátið er einans 119 gr/km.
Hóast Nemo er ein lutfalsliga lítil bilur, er innrættingin liðilig, og hann tekur sum einki ein EURO-platt inn í vørurúmið.
Fyrsti bilurin varð seldur til el-fyritøkuna El-Net, sum frammanundan hevur fleiri aðrar Citroën vørubilar. Bilurin, sum kostar 155.000 krónur v/mvg, fæst eisini við automatiskum senso-drive girum.
m.g.