<dir> <dir> <dir>
Í grønlendska arbeiðsgevarafelagnum eru tey í øðini um makrelavtaluna sum ES, Noreg og Føroyar skrivaðu undir í vikuni. Felagið vil hava landsstýrið og donsku stjórnina at taka málið upp við ES-nevndina fyri at strika teir partarnar av avtaluni, sum sambært felagnum venda beinleiðis ímóti Grønlandi.
Henrik Leth, sum er formaður í fiski- og útflutningsdeildini hjá Grønlands Arbejdsgiverforening, sigur við grønlendska kringvarpið, at tann nýggja avtalan setir Grønland og Ísland uttanfyri, og at hon flytir tað norðuratlantiska makrelkríggið inn í grønlendskan sjógv.
-Avtalan kann ikki tulkast øðrvísi, enn at ætlanin við henni er at taka møguleikarnar frá grønlendsku fiskivinnuni at fáa part av makrelfiskiskapinum á jøvnum føti við onnur. Hetta kann ikki góðtakast, hvørki fiskivinnupolitiskt ella moralskt, sigur Henrik Leth. Hann vísir á, at avtalan millum teir tríggjar partarnar forðar fyri, at grønlendsk reiðarí kunnu fáa skip úr Føroyum, Noregi og ES at royndarfiska makrel undir Eysturgrønlandi, har kvotan í ár er sett til 100.000 tons.
Hjálp frá øðrum
Spurdur, um grønlendingar kunnu fáa nakað burturúr at venda sær til ta donsku stjórnina og ES-nevndina, svarar Henrik Leth, at ber tað ikki til at fáa broytingar saman við føroyingum, dønum og ES, kunnu grønlendingar finna aðrar at samstarva við eitt nú kinesarar og russar.
-Teir hava ivaleyst áhuga í at hjálpa okkum at byggja upp tey neyðugu søguligu rættindini til makrelfiskiskap. Annars haldi eg tað vera løgið, at tað eru nøkur, sum siga, at vit skulu vera saman um alt møguligt, men bara so leingi tað ikki kostar teimum nakað, sigur deildarformaðurin í GA og leggur afturat:
-Á fiskivinnuøkinum er Grønland ein av teimum stóru spælarunum í Norðuratlantshavinum, so vit fara ikki at leggja okkum flatar og lata onnur fara við makrelinum.
</dir> </dir> </dir>