Fótbóltur
Seks spanskir europameistarar eru á listanum hjá France Football, sum eisini telur fimm brasilumenn, fýra bretar og fýra fraklendingar.
Til samans eru 30 nøvn á listanum hjá France Football, men hóast hetta er helst lítil ivi um, at at slagið fyrst og fremst stendur millum Lionel Messi úr Barcelona og Cristiano Ronaldo, sum nú spælir í Real Madrid.
Ronaldo vann í fjør gylta bóltin í dysti við júst Messi, men eftir framúrskarandi kappingarárið í Barcelona, har Messi vann tað, sum vinnast kundi – umframt at hann í Champions League finaluni skoraði móti Manchester United og Ronaldo, er lítil ivi um, at lítli argentinski bóltsnillingurin er heitasta uppskotið.
13 av teimum 30 spælarunum koma annars úr sponsku Primera. 10 eru úr ensku Premier League, sjey úr italsku Seriu A, fýra úr týsku Bundesliguni og ein einstakur er úr bestu fronsku deildini. Tað eru umboð fyri ítróttarpressuna hjá UEFA-londunum, sum greiða atkvøða.
Listin hjá France Football er hesin: Andrey Arshavin (Arsenal), Karim Benzema (Real Madrid), Iker Casillas (Real Madrid), Cristiano Ronaldo (Real Madrid), Diego (Juventus), Didier Drogba (Chelsea), Edin Dzeko (Wolfsburg), Samuel Eto'o (Inter Milan), Cesc Fabregas (Arsenal), Fernando Torres (Liverpool), Diego Forlan (Atletico Madrid), Steven Gerrard (Liverpool), Ryan Giggs (Manchester United), Yoann Gourcuff (Bordeaux), Thierry Henry (Barcelona), Zlatan Ibrahimovic (Barcelona), Andres Iniesta (Barcelona), Julio Cesar (Inter Milan), Kaka (Real Madrid), Frank Lampard (Chelsea), Maicon (Inter Milan), Lionel Messi (Barcelona), Luis Fabiano (Seville), Franck Ribery (Bayern Munich), Wayne Rooney (Manchester United), John Terry (Chelsea), Nemanja Vidic (Manchester United), David Villa (Valencia), Xavi (Barcelona), Yaya Toure (Barcelona).